Malan Marnersdóttir
17.06.2008
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Andlát - Jens Cramer

Jens Cramer er deyður 68 ára gamal. Jens var lektari á Nordisk institut á Århus universiteti.


Á Setrinum kenna vit Jens sum ein livandi vin, sum altíð var fúsur at veita eina hjálpandi hond. Hann hevur undirvíst á Føroyamálsdeildini og verið próvdómari.

Í mong ár var hann samskipari fyri norðurlendsku summarskeiðini og ein drivmegi í Nordliks, Nordplus-netverkið hjá móðurmálsdeildunum á norðurlendsku universitetunum.

Jens fer til gravar leygardagin 21. juni kl. 10 frá Vor Frue kirke, Vestergade 21, 8000 Århus C.