Andras Mortensen fingið M.A. Jacobsens virðisløn
Fyri løtu síðani vórðu virðislønir M.A. Jacobsens fyri 2024 handaðar í Müllers pakkhúsi í Havn, og vit á Setrinum fegnast serliga um, at søgufrøðingurin, Andras Mortensen, sum starvast á Søgu- og samfelagsdeildini, fekk virðislønina fyri yrkisbókmentir í ár
Tað fekk Andras fyri verkið Kongsbókin og lógir føroyinga í hámiðøld, sum hann gav út á forlagnum Fróðskapi til jólar í fjør. Í bókini hevur Andras skrivað lærdar greinir um Kongbókina og tær lógir og tekstir, sum í henni eru, og Andras hevur eisini skrivað og týtt gomlu lógartekstirnir, so teir nú eru munandi lættari atkomuligir hjá øllum áhugaðum føroyingum.
Á Søgu- og samfelagsdeildini hava lesandi longu havt høvi at nýta verkið í lesnaði sínum, og bæði tey og undirvísarar eru ivaleys um, at henda útgávan er eitt stórt framstig fyri undirvísingina bæði í eldri føroyskari søgu og í løgsøgu.
Grundgevingin hjá nevndini var soljóðandi:
Í bókini hevur Andras á hegnisligan hátt skrivað av og týtt allan tekstin í Kongsbókini, sum er einasta skinnbók, sum er varðveitt í Føroyum. Við hesum avrikinum hava øll nú lætta atgongd til alt tað, sum stendur í elstu skrivligu kelduni um Føroyar. Í Kongsbókini eru tær lógir, sum vóru galdandi fyri Føroyar, og í nøkrum kapitlum greiðir Andras frá innihaldinum í Kongsbókini, frá søguni hjá ymisku lógartættunum og frá, hvat alt hetta sigur okkum um Føroya støðu í ríki Noregs kongs. Samanlagt fáa vit við nýggju Kongsbókini nógv dyggari innlit í elstu keldur okkara, og tað gevur góðar møguleikar at skilja elstu søgu okkara á nýggjan hátt.
Vit ynskja okkara starvsfelaga hjartaliga til lukku við virðislønini!
Lesið eisini greinina á Kvf her.
Lesið ummælið hjá Magna Arge av Kongabókini á in.fo her.
Elin Michelsen fekk í dag Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs, Vónbjørt Vang virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir og Dagmar Joensen-Næs fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanarligt avrik.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...