Anna Tórgarð.jpg
Anna Tórgarð er próvbókasamskipari á Fróðskaparsetri Føroya og álitisfólk fyri limirnar í Starvsfelagnum (Foto: Finnur Justinussen)
Brynhild Thomsen
08.03.2023
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Anna á Setrinum er Ársins álitisfólk 2023

Starvsfelagið hevur valt Ársins álitisfólk 2023, og heiðurin hevur dugnaliga Anna Tórgarð á Fróðskapasetri Føroya fingið

Á hvørjum ári velur Starvsfelagið Ársins álitisfólk á teimum almennu stovnunum, sum felagið varðar av, og í ár er tað Anna Tórgarð, sum er vald sum besta álitisfólk.

Og Súni Selfoss, formaður, handaði henni skreytblað og blómutyssi á aðalfundinum hjá felagnum herfyri.

- Eg eri glað fyri viðurkenningina, og hetta gevur mær hug og árræði til at halda fram eitt sindur afturat, sigur Anna, nú nakrir dagar erui lidnir.

Anna arbeiðir sum próvbókasamskipari á Lestrarskrivstovuni á Fróðskaparsetrinum, og á heiðursbrævinum stendur soleiðis:

Anna fær heiðurin sum Ársins Álitisfólk 2023 fyri arbeiði sítt á Fróðskaparsetri Føroya. Um Annu kann sigast, at hon er álitisvekjandi, rólig og innbjóðandi at tosa við. Hon hevur við støðufesti vart limir felagsins, og er siðilig og diplomatisk mótvegis leiðsluni. Fyri hetta heldur nevndin, at Anna hevur uppiborð viðurkenningina sum Ársins álitisfólk.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hevur skrivað undir heiðursbrævið, sum Anna hevur fingið

Anna hevur ikki áhugan fyri fakfelagsarbeiði frá fremmandum, greiðir hon frá.

- Mamma mín sat í nevndini í Havnar Arbeiðskvinnufelag um tað mundið, tá víðagitna Andrea Árting legði frá sær síðst í 70’unum. Heita evnið tá var líkaløn fyri kvinnur og menn, og tá kveiktist mín áhugi fyri fakfelagsarbeiði av álvara. Eg sat sjálv í somu nevndini eitt stutt skifti tíðliga í 80’unum, og eisini arbeiddi eg sum skrivstovufólk í Havnar Arneiðskvinnufelagi frá 1988-1993, sigur Anna, sum hevur verið álitisfólk á Fróðskaparsetri Føroya síðani á heysti 2018.

Tá vit spyrja, hvørja gleði hon hevur við sínum arbeiði sum álitisfólk, er hon skjót at svara:

- Gleðin kemur tær ferðirnar, ið eg føli, at ein ikki góð støða hjá einum starvsfelaga broytist til at vera ókey. Annars eri eg meira leitandi alla tíðina, ivist altíð í, um ein spurningur ella trupulleiki ikki kundi verið betur avgreiddur. Tá ið álitisfólk kemur uppí onkur viðurskifti millum starvsfólk og leiðslu, er tað ofta blivið trupult, og tá er ikki longur bara ein spurningur um at hyggja í lógir og reglur. Tí tað mesta duga starvsfelagar sjálvir at fáa greiðu á, sigur hon.

Men hvat er so uppskriftin til at blíva eitt gott álitisfólk?

- Eg veit ikki ordiliga um uppskrift, svarar Anna.

- Men tað er avgerandi at lurta væl. Tá ið ein starvsfelagi hevur onkran spurning ella trupulleika, er týdningarmikið at lurta væl og royna at finna grundina til tað, sum órógvar. Tú mást viðurkenna kenslurnar, men tó ikki lata tær stýra. Eg haldi, at álitisfólkið má royna at hyggja róliga at støðuni og minnast til, at eg umboði starvsfelagan. Og samstundis má ein royna at samstarva við leiðsluna, sigur Anna Tórgarð.

Vit ynskja Annu hjartaliga til lukku við heiðrinum, sum vit halda, at hon hevur væl og virðiliga uppiborið!