Anna Malan fekk gávugóðsið
Nevndin í Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum hevur gjørt av, at gávugóðsið í ár skal latast ungu listakvinnuni úr Nólsoy
“Anna Malan Jógvansdóttir er ein djørv og týðandi rødd á føroyska bókmentapallinum og eitt av okkara listafólkum, sum, hóast ungan aldur, hevur sýnt serstakt hegni at skriva nýskapandi skaldskap á føroyskum. Gávugóðs til ungt listafólk úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum verður latið henni sum stuðul til framhaldandi menning og útbúgving”.
Soleiðis ljóðar grundgevingin hjá nevndini, sum sambært viðtøkunum fyri grunnin umboða Fróðskaparsetur Føroya, Listasamband Føroya og Lærarafelag Føroya.
Gávugóðsið í ár er 35.000 krónur, og tað varð latið unga rithøvundanum seinnapartin á almennum hátíðarhaldi í auluni í Finsen í Havn, har Bergur D. Hansen, dekanur á Føroysmálsdeildini á Fróðskaparsetrinum flutti fram røðu.
Í undanvindi nú
Gott er at síggja, at evnaríka Anna Malan Jógvansdóttir hevur undanvind beint nú.
Bara fimm dagar eftir, at nevndin í Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum hevði gjørt av, at Anna Malan Jógvansdóttir skuldi hava gávugóðsið í ár, so avgjørdi Mentanargrunnur Landsins at lata unga rithøvundanum starvsløn í seks mánaðir.
Tað varð eisini almannakunngjørt í vikuni.
- Tað er so deiligt! Nú nýtist mær ikki at stúra um tað fíggjarliga. Nú kann eg hugsavna meg um mítt arbeiði, sigur Anna Malan Jógvansdóttir.
Myndatekstur1: Anna Malan Jógvansdóttir býr í Nólsoy. Her hevur hon eina góða løtu í skýmingini á Oyggjarmúla - privatmynd
Myndatekstur2: Anna Malan Jógvansdóttir saman við foreldrunum í auluni í Finsen 8. august 2020
Tey, sum higartil hava fingið stuðul úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, eru hesi:
2020: Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur
2019: Lea Kampmann, tónleikari
2018: Anný Djurhuus Øssursdóttir, listakvinna
2017: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum
2016: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum
2015: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum
2014: Heiðrun Petersen, tónleikari
2013: Bárður Reinert Poulsen, tónleikari og Janus á Húsagarði, teknari og rithøvundur
2012: Anton Petersen, filmsleikstjóri
2011: Dáva Juul Magnussen, tónleikari
2010: Herborg Silja Strøm, listarkvinna
2009: Kjartan Hansen, tón- og sjónleikari
2008: Marianna Mørkøre, listarkvinna
2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari
2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi
2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur
2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari og Eivør Pálsdóttir, tónleikari
2003: Tróndur Bogason, tónleikari
2002: Andrass Olsen, tónleikari, Teitur Árnason, filmsleikstjóri og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi
2001: Rannvá Kunoy, listakvinna
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...