Anna Paulina skal fyrisita søgu- og samfelagsgranskingina
Talan er um nýtt starv, ið fevnir um at menna og røkja umsitingarliga partin í sambandi við útbúgving og gransking á Søgu og samfelagsdeildini
Anna Paulina Leo Olsen er sett í starv sum akademiskur fyrisitari á Søgu- og samfelagsdeildini (SSD). Anna Paulina Leo Olsen hevur MA í Lóg (2016) og MSSc í Stjórnmálafrøði (2012). Anna Paulina hevur samskipað og arbeitt við menning av útbúgving, umframt at hon hevur undirvíst og vegleitt lesandi.
Hon hevur í 1½ ár starvast sum granskingarhjálpari á Søgu- og Samfelagsdeildini við tilknýti til masterlæruna. Hon hevur samskipað ymisk skeið og seminar á Søgu- og Samfelagsdeildini. Eisini hevur hon lagt próvtøkurnar á masterlæruna til rættis.
Anna Paulina fer serliga at taka sær av samstarvsskipanum í sambandi við útbúgvingarnar, t.d. praktikkskipan, uttanlandsuppihald, próvdómaraskipan umframt samskipan í sambandi við t.d. skeiðslýsingar, námsætlanir, eftirmetingar og ársætlanir. Í fyrsta umfari verður Anna Paulina serliga knýtt at masterlæruni á Søgu, Sosialvísindi og samfelagsplanlegging og Politikki og umsiting.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...