Skriva út
Anna Sofía Fjallheim á altjóða ráðstevnu í Wales
Í september mánað legði Anna Sofía Fjallheim, ph.d.-lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini fram á altjóða ráðstevnu í Wales
Ráðstevnan, sum ber heitið the International Marce Society Biennial Scientific Conference 2014, er hin 34. av sínum slag, og varð hildin í døgunum 10.-12. september. Anna Sofía legði fram partar av verkætlan síni: “Identification of Postnatal Depressions in a Small-Scale Society – A Mixed Method Investigation of EPDS in the Faroe Islands”.
The Marcé Society er ein altjóða felagsskapur, sum hevur til endamáls at virka fyri øktum forstáilsi fyri, fyribyrging av og viðgerð av sálarligum trupulleikum, sum koma í samband við tíðina áðrenn og eftir barnsburð. Umleið 500 fólk úr øllum heiminum luttóku á ráðstevnuni.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...