IMG_6895.JPG
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
31.05.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Til lesandi Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Anna Sofía Fjallheim vart ph.d. um barnsburðartunglyndi

Mikudagin 29. mai vardi Anna Sofía Fjallheim ph.d.-ritgerð sína um barnsburðartunglyndi við Fróðskaparsetur Føroya.

Ritgerðin kallast ’Opsporing af fødselsdepression på Færøerne - en mixed method validering af screeningsinstrumentet EPDS til systematisk opsporing af kvinder med fødselsdepression i et small-scale society.’

Hon arbeiðir á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi. Elisabeth Hall, atknýttur professari á Setrinum, hevur verið høvuðsvegleiðari. Kristianna Hammer, ph.d., og Poul Videbech, dr.med., hava verið hjávegleiðarar.

Í metingarnevndini vóru:

Birgitte Schantz Laursen, ph.d., lektari á Klinisk Institut, Aalborg Universitet og á Forskningsenhed for Klinisk Sygepleje, Aalborg Universitetshospital, Danmark

Kari Glavin, ph.d., professari á VID Specialized University, Oslo, Norge

Helena Wigert, ph.d., lektari á Institutionen för vårdvetenskap och hälsa, Göteborgs universitet, Sverige

Á myndini frá vinstru: Helena Wigert, Kari Glavin, Anna Sofía Fjallheim, Elisabeth Hall og Birgitte Schantz Laursen.

Áhugaverd verja

May-Britt Skoradal, varadekanur, leiddi verjuna.

Anna Sofía Fjallheim fekk ein hálvan tíma til at leggja verkætlanina og úrslitini fram. Hon greiddi fyrst frá barnsburðartunglyndi og um kanningaramboðið EPDS, sum hon hevur granskað, um fyrimunir og vansar við amboðnum og um nýtsluna av EPDS í Føroyum. EPDS er altjóða viðurkent spurnarblað, sum verður brúkt til at kanna, um kvinnur hava ella er í vanda fyri at fáa barnsburðartunglyndi. Síðani greiddi hon frá um endamál og metodu, har hon bæði hevur gjørt kvantitativar og kvalitativar kanningar.

Í samanumtøkuni vísti hon á, at við nýtsluni av EPDS spurnarblaðnum í Føroyum er skeringspunktið 10 tað optimala. Hetta er mitt í tí spenni, sum sæst aðrastaðni, sum liggur millum 7 og 16 av 30 stigum. Tað hevur týdning fyri úrslitini av kanningini, at hon gongur fyri seg í tryggum umhvørvi, at tað verður sett góð tíð av, at útgangsstøði verður tikið í kanningaramboðnum og at heilsusystirin vísir áhuga fyri kanningini.

Kari Glavin, sum var fyrri opponentur, spurdi m.a. um, hví Anna Sofía hevði kannað hetta evnið og bað hana útgreina, hvussu heilsusystrar arbeiða í Føroyum, tí hetta ikki er so gjølla lýst í ritgerðini. Tær tosaðu m.a. um, at góð kunning og ein skipað heilsusystraskipan virka fyribyrgjandi í mun til barnsburðartunglyndi. Í mun til sjálvt amboðið, so mettu tær báðar, at tað kann vera ein vansi, um amboðið mest verður nýtt sum ein inngongd til eina kvalitativa samrøðu, sum hevur størri týdning enn sjálv kanningin, tí tá er nyttan av kanningini helst ikki nóg stór. Samrøðan teirra millum fór víða um, bæði um sjálvt EPDS amboðið, um nýtsluna og um kritikkin av hesum amboðnum. Eisini tosaðu tær um orsøkir til barnsburðartunglyndi og vandafaktorar. Hendan samrøðan var løtt og sera áhugaverd at fylgja.

Helena Wigert var seinni opponentur. Hon spurdi fyrst um kvalitativu samrøðurnar, bæði um innihald og metodu. Tær kjakaðust m.a. um talið á lutttakarum og bakgrundina hjá teimum.  Síðani varð kjakast um, hvørt metoduvalið var tað rætta ella um aðrar metodur høvdu verið betri. Eitt annað evnið var týdningurin av forfatanini hjá granskaranum. Eitt av tilmælunum hjá metingarnevndini var, at Anna Sofía Fjallheim miðlar úrslitini alment og vísindaliga, ikki minst til heilsusystrar, sum eru lyklapersónar í fyribyrgingararbeiðinum.

Birgitte Schantz Laursen tók samanum vegna metingarnevndina, sum mælti til, at Anna Sofía Fjallheim fekk tillutað ph.d.-heitið.

Johan Hansen, fyrisitingarstjóri, handaði síðani ph.d.-prógvið.

Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum og úr Sjúkrakassagrunninum. Sí Stuðulsyvirlitið

Ritgerðin er tøk í prentaðari útgávu. Í næstum er ætlanin at geva út vísindaligar greinar og kunna alment um verkætlanina og niðurstøðurnar.

Kelda: Granskingarráðið