Anne-Kari Skarðhamar, serfrøðingur í føroyskum bókmentum, vorðin  professari.
Turið Sigurðardóttir
22.11.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Anne-Kari Skarðhamar, serfrøðingur í føroyskum bókmentum, vorðin professari.

Eldri og nýggjari føroyskar bókmentir eru høvuðsgranskingarøki hennara. Í 2001 vardi hon doktararitgerð um skaldskapin hjá Chr. Matras.


Anne-Kari Skarðhamar, dr.art., sum er norsk, er í heyst vorðin professari í norðurlendskum bókmentum á læraraútbúgvingini við Høgskolen i Oslo, har hon hevur starvast síðan 1983.

Í 1994 gjørdist hon fyrstiamanuensis, og í 2001 vardi hon doktararitgerð um skaldskapin hjá Chr. Matras. Ritgerðin, sum er útkomin í bók, eitur Poetikk og livstolkning i Christian Matras’ lyrikk.

Eldri og nýggjari føroyskar bókmentir eru høvuðsgranskingarøki hennara. Norðurlendskar barnabókmentir, haruppí føroyskar, eru eitt annað evni, sum Anne-Kari granskar.

Hon hevur eisini skrivað bøkur um føroyska list og lærubøkur, m.a. um tekstgreining og bókmentaundirvísing.