Anni við rannsóknarskipinum James Cook í Suðurhøvum
Í summar bleiv Anni Djurhuus Bachelor í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini, og beint fyri jól kom hon aftur av einari seks vikur langari rannsóknarferð í Indiska havinum.
Tann 21. desembur endaði ein seks vikur long rannsóknarferð hjá bretska havrannsóknarskipinum James Cook í Port Elisabeth í Suðurafrika. Á ferðini hava tey kannað botnin og djóralívið við botnin á fimm undirsjóvarfjøllum í útsynningspartinum av Indiska rygginum sunnarlaga í Indiska havinum. Eitt av vísindafólkunum umborð á túrinum var Anni Djurhuus úr Kollafirði.
Rannsóknarferðin í Suðurindiska havinum
Djúphøvini umboða um 90% av økinum á jørðini, har lív er møguligt, men lívfrøðiligi margfeldni og viskskipanir í hesum økjunum eru lítið kannaðar. Av tí, at lívið á djúphavsfjøllunum er avbyrgt, tí tey eru umgird av djúpum sjógvi, so mennist oftani eitt serstakt lív á hvørjum einstøkum av hesum fjøllunum. Hetta er eitt fyribrigdi, sum vit partvíst kenna við sermerktu lívfrøðini, ið er á føroyska Landgrunninum og á Føroya Banka. Í 2009 var tann fyrsta slíka kanningarferðin í Suðurindiska havinum. Tá var høvuðsendmálið at kanna pelagisku vistskipaninar, meðan høvuðsdenturin á hesum túrinum var djóralívið við botnin á hesum fimm djúphavsfjøllunum í økinum.
Hetta økið er í altjóða sjógvi, og enn eru ongar avmarkingar fyri fiskiskapi í økinum enn. Djór og plantur á stórum dýpum er eyðkent við at tey vaksa seint, og um tey fáa skaða, so tekur tað langa tíð at koma fyri seg aftur. Í mong ár hevur ein stórur altjóða trolarafloti troytt nøkur av kannaðu djúphavsfjøllunum. Ein partur av endamálinum við rannsóknunum var at kanna, hvørji árin hesin fiskiskapur hevur havt á botnin.
Gos á botninum
Í økinum eru eisini undirsjóvar gos, har heitur sjógvur, - heilt upp til 360 hitastig, sprænir upp úr botninum og verður so blandaður við kaldari sjógv. Hesin sjógvurin er eisini fyltur við ymsum mineralum, sum koma við upp úr jørðini. Hettar gevur heilt serligar liviumstøður, og sostatt eitt heilt serstakt plantu- og djóralív, sum vit næstan einki kenna til. Á túrinum vóru nakrir dagar brúktir til at kanna eitt slíkt øki. Við hátøkniligu útgerðini, ið tey høvdu til taks á túrinum, fingu tey nakrar heilt útrúligar myndir og innlit í hendan undrunarsama heimin í djúphavinum.
Av Náttúruvísindadeildini til Oxford
Anni tók Bachelor prógv í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini summari 2011, og lesur nú lívfrøði á Universitetinum í Oxford. Í Bachelor uppgávuni, sum hon gjørdi saman við Johannu Jørgensen, varð kannað, hvønn týdning bakteriur hava fyri gróðurin á føroyska landgrunninum. Á túrinum í Suðurindiska havinum hevði Anni ábyrgdina av at kanna, hvørjar bakteriur eru í sjónum í hesum serliga umhvørvinum kring hesi undirsjóvarfjøllini. Sjógvsýnir vórðu tikin upp úr dýpinum og sílaði fyri at síggja hvørjar smáverur eru í sjónum. Fyri at eyðmerkja hvørjar smáverurnar eru, verða m.a. DNA-analysur gjørdar.
Rannsóknarskipið James Cook
Rannsóknarskipið James Cook er um 5800 tons, 89.5 m langt, 18.6 m breitt og bygt á Flekkefjord Slipp & Maskinfabrikk í Noregi. Skrokkurin er tó smíðaður í Gdansk í Póllandi. Tað fór jomfrútúrin tann 5. mars í 2007, og kostaði 36 milliónir bretsk pund at byggja. Á túrinum í Suðurindiska havinum taldi manningin 20 fólk, umframt 20 vísindafólk og 14 teknikara.
BBC fylgdi við ferðini
Ein bloggur er frá túrinum (sí niðanfyri) og hagani eru slóðir til tíðindastubbar á BBC, sum fylgdi ferðini hjá Anni og teimum umborð á RSS James Cook í Suðurindia havinum. Sýndu myndirnar eru frá nevnda blogginum.
Vit á Náttúruvísindadeildini ynskja Anni alt tað besta við víðari lesnaðinum og altjóða granskingarvirkseminum.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...