Anna K. Matras
08.04.2011
Søgu- og samfelagsdeildin Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning
Skriva út

Arbeiðsrit um ”Løn og kynsbýtið á almenna arbeiðsmarknaðinum”

Í hvønn mun fáa menn hægri løn enn kvinnur? Hvørjar eru orsøkirnar til lønarójavna millum kyn? Hava børn ávirkan á lønina hjá kvinnum?


Hetta eru nakrir av spurningunum, sum ein kanning hjá Føroya Hagstovu viðgjørdi í eini lønarkanning í 2009.

Føroysk hagtøl og hagtøl frá grannalondum okkara vísa, at menn hava hægri inntøku enn kvinnur og at vit hava greitt kynsbýtið á arbeiðsmarknaðinum.

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur givið út arbeiðsrit undir heitinum: Løn og kynsbýtið á almenna arbeiðsmarknaðinum - ein perspektivering. Tað er Martha H. Mýri, stjórnmálafrøðingur, sum hevur skrivað arbeiðsritið.

Perspektiveringin er umbiðin av Javnstøðunevndini.

Arbeiðsritið kann takast niður á heimasíðuni hjá Granskingardeplinum: www.socdev.fo undir útgávur.