25.06.2014
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Skriva út
Argumentatión í skrift og talu
Vit møta støðugt argumentum og argumentatión í skrift og talu. Tað veri seg í politiskum orðaskifti, kjaki um etiskar spurningar ella vísindaligum greinum av ymiskum slag. Men hvussu avgera vit, hvørt argumentini halda og/ella hava gildi?
04.-15. august skipar Fróðskaparsetrið fyri summarskeiði undir heitinum "Argumentatión í skrift og talu".
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakaranum førleikar og amboð til at greina og meta um gildi í formligari og óformligari argumentatión.
Tann klassiski formligi logikkurin verður viðgjørdur. Tann óformelli logikkurin verður viðgjørdur við atliti til eyðmerking af mismetingum. Nortið verður eisini við nýtímans logikk.
Skeiðið verður hildið um í minsta lagi 15 fólk tekna seg. Tilmeldingarfreistin er 01. juli 2014.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...