Ársaðalfundur hjá MFS-Føroyanevnd
Skriva út

Ársaðalfundur hjá MFS-Føroyanevnd

Mánadagin 24. september kl. 16.30 verður ársaðalfundur hjá MFS-Føroyanevnd, ið er ein eind undir Ráðnum hjá MFS. Fundurin verður í hølunum hjá Setrinum á Jónas Broncksgøtu 25 á aðru hædd.


MFS er myndað av lesandi, ið arbeiða við at gera vart við ymisk viðurskifti, ið á ein hvønn hátt ávirka lesandi. Í hálva øld hevur MFS arbeitt fyri lesandi, tískil hevur felagið drúgvar royndir í at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram.

Føroyanevndin hevur sína kjarnu á og rundan um Setrið, og virkar fyri at betra trivnaðin hjá lesandi í Føroyum við miðvíst at varpa ljós á lestrarviðurskifti í Føroyum. Ein stórur partur av arbeiðnum verður lagdur í at skipa fyri viðkomandi tiltøkum til lesandi. Hevur tú hug at vera við í hesum arbeiði er bara at møta upp.

Skráin:

  • Forkvinnufrágreiðing
  • Val av nevnd
  • Ymiskt


Vónandi síggja vit nógv lesandi á Fróðskaparsetri Føroya á aðalfundinum. Annars eru allir limir felagsins vælkomnir á aðalfund, og um tú ikki ert limur, hevur tú møguleika at blíva tað http://www.mfs.fo/limir ella á sjálvum aðalfundinum.

Tað er ókeypis at vera limur í MFS.