Ársfundur í Nordliks - Nordplus
Hósdagin og fríggjadagin tann 14. og 15. november var ársfundur hildin í NORDLIKS-netverkinum, sum er eitt netverk undir NORDPLUS.
Tað er Føroyamálsdeildin, sum er limur í netverkinum, ið umfatar allar móðurmáls- og bókmentadeildirnar á universitetunum í Norðurlondum. Endamálið við netverkinum er at skipa fyri skiftislestri og skiftisundirvísing og til tað umsitur netverkið vanliga einar 130.000 evrur um árið.
Føroyamálsdeildin hevur verið við í NORDLIKS frá byrjan í 1992 og hevur á hvørjum ári havt í minsta lagi ein gestalærara gjøgnum netverkið. Onkur ár hava lesandi verið eina lestrarhálvu á øðrum universiteti gjøgnum NORDLIKS, eitt nú í Reykjavík, Keypmannahavn og Stockholm. Bæði studentar og lærarar fáa studning og ferðaískoyti frá netverkinum. Nærri kunning um Nordliks sæst her.
Ársfundurin í 2013 var hildin í Syddansk universitet í Odense. Fundarstaðurin var í nýumvældum og søguligum hølum á Adeligt Jomfrukloster, sum var eitt lærdómssetur fyri ógiftar aðalskvinnur. Sí nærri um Adeligt Jomfrukloster her
Malan Marnersdóttir umboðaði Føroyamálsdeildina á fundinum.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...