25.03.2014
Setursskrivstovan Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Ársins álitisfólk arbeiðir á Setrinum

Fyrr í mánaðinum var Randi S. Durhuus vald til ársins álitisfólk fyri starvsmannafelagslimir.



Randi varð á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum, ið var 8. mars, vald til ársins álitisfólk. Randi arbeiðir á Setursskrivstovuni, har hon er próvbókaleiðari.

Randi hevur seinastu 7 árini umboðað starvsmannafelagslimirnar, ið arbeiða á Setrinum.

Vit ynskja henni til lukku við væl uppiborna heiðrinum.