Ársins miðlaheiðursløn til Debes Christiansen
Debes Hammershaimb Christiansen, granskari hevur júst fingið ársins miðlaheiðursløn frá Granskingarráðnum
Eingin ivi var hjá dómsnevndini: Debes Hammershaimb Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og granskari hevur uppiborið miðlaheiðurslønina hjá Granskingarráðnum 2020.
Heiðurin varð latin honum nú seinnapartin í Kongshøll, har vísindavøka hevur verið í allan dag.
Bergur D. Hansen, dekanur á Setrinum, sat í dómsnevndini saman við Jón Brian Hvidtfeldt, formanni í Føroyskum Miðlafólki og Dagmar Joensen Næss frá Granskingarráðnum.
Bergur nevndi gávumildni í síni grundgeving fyri at geva Debes Hammershaimb Christiansen heiðurslønina.
Debes Hammershaimb Christiansen hevur ikki bara gjørt stóran mun í stríðnum móti koronusmittuni, hann hevur eisini gávumilt greitt almenninginum frá í føroyskum og alheims miðlum, segði hann.
Vit á Fróðskaparsetri Føroya ynskja Debesi hjartaliga til lukku við miðlaheiðurslønini!
Lesið samrøðu við Debes Hammershaimb Christiansen her.
Á vísindavøkuni, sum hevur verið í allan dag í Kongshøll, varð ein annar granskari heiðraður.
Granskarar høvdu eina snarrøðukapping, har tey í 150 sekund skuldu greiða frá síni gransking.
Domsnevndin metti snarrøðuna hjá Súsonnu Poulsen á Umhvørvisstovuni at vera ta bestu.
Súsanna greiddi í 150 effektiv sekund frá kanningunum av luftgóðskuni í Føroyum. Hon setti spurnartekn við, um luftin er so rein, sum vit billa okkum inn. Og eftir at hava fingið at vita, hvussu kanningar verða gjørdar, svaraði hon spurninginum: Nei, vit hava ikki heimsins reinastu luft, men dálkingin er undir markvirðini hjá ES.
Til lukku við heiðurslønini, Súsanna!
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...