Ársveitsla á Ilisimatusarfik
30.09.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Ársveitsla á Ilisimatusarfik

Hátíðarhald fyri grønlendsku universitetsútbúgvingunum fríggjadagin 23. september


Tina Pars, rektari, helt røðu, har hon nýtti framtíðarskaldsøguna Sinnattugaq (Ein grønlendinga-dreymur) eftir Mathias Storch (1915) sum bæði finst at dønum og grønlendingum fyri, at landið var komið so stutt. Tað, sum skaldsøgan tó verður minst fyri, er framtíðardreymurin í endanum á bókini, har ein gamal maður sigur við Pavia, sum er kateketlesandi høvuðspersónurin í søguni, at ”vanlukkan her á landi er ókunnugleikin. So leingi vit ikki læra meira enn nú, verða vit ikki før fyri at mennast. Sjálvt tey millum okkum, sum tosa um framburð, vita ikki, hvat tey vilja”. Rektarin skoytti uppí, at tað vita vit nú – vita hvat vit vilja og tað er grønlendska universitetið livandi prógv um. Her ganga 650 studentar á tíggju ymiskum útbúgvingum.

Gestarøðari var Maliina Abelsen, sum stóð fyri Artktisku Vetrarleikunum í ár og hevur verið landsstýriskona í tveimum umførum ávikavist við fíggjarmálum og almannamálum. Nú skal hon vera handilsstjóri í Air Greenland. Hon fegnaðist um tær góðu umstøðurnar at lesa og legði dent á, at tey ungu fáa sær útbúgving. Hon helt fyri, at prýðiligu hølisumstøðurnar kundu freista ein til ongantíð at verða liðug at ganga her.

Studenturin, sum talaði, vendi sær serliga til tey, sum eru byrjað í ár og legði teimum eina við at gera útbúgvingina lidna, hóast tað viðhvørt kann verð strævið og krevjandi.

Lagt var fyri og endað varð við felagssangi, songkvinnan Rosa Svendsen framførdi og eitt kór sang á grønlendskum og donskum.

At enda vórðu tvey ph.d.-prógv handað. Báðir ph.d.-ararnir hava granskað fólkaskúlaviðurskifti. Annar, Lars Demant-Poort, hevur skrivað um náttúrufakdidaktikk í grønlendska fólkaskúlanum og hin, Anders Øgaard, hevur granskað fjarundirvísing í fólkaskúlanum í Grønlandi. Harumframt eru ellivu ph.d.-lesandi á Ilisimatusarfik, summi eru bæði innskrivað her og á Aalborg universiteti.

Eftir røðurnar, framførslurnar og prógvhandanina vóru góðbitar at fáa, reinsdjóra- og moskusoksakjøt, fiskur og annað við einum góðum glasi afturvið.

Um kvøldið var konsert í mentanarhúsinum Katuaq við orkestrinum Rock Stones.

Sjálv eri eg her fyri at undirvísa eitt bókmentaskeið á kandidatútbúgvingini í bókmentum. Evnið er bókmentir og tjóðskaparlig samleikaskapan við føroyskum bókmentum sum dømi og við íkasti um Grønland og grønlendingar í føroyskum bókmentum. Hósdagin 6. oktober haldi eg almennan fyrilestur um Grønland og grønlendingar í føroyskum bókmentum. Harafturat er eitt norðurlendskt seminar um yrkisbókmentir, sum eg fari til fyri Fróðskap.