Skriva út
Ása Róin vart ph.d. ritgerð sína
Í dag 4. september hevur Ása Róin, adjunbktur á Sjúkrarøktarfrøðideildini, vart sína ph.d. ritgerð við Linköping Universitet – On the making of age. A constructionist study on ageing and later life in the Faroe Islands. Verjan fór fram í Campus Norrköping, men var víst á stórskíggja.
Boðið var vælkomin og greitt var frá mannagongdini.
Christopher Phillipson, professari á Mancherster Universiteti og formaður í metingarnevndini legði fyri við uppleggi. Síðani var framhaldandi orðaskifti út frá ritgerðini. Síðani høvdu limirnir í metingarnevndini høvi at seta spurningar.
Tá ið verjan var liðug fór metingarnevndin á fund at taka støðu til hvørt ph.d. heitið kundi latast. Formaðurin kunnaði um, at nevndin var samd um, at ph.d. heitið skuldi latast.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...