Skriva út
Ása Róin verjir ph.d. við Linköpings Universitet
Fríggjadagin 4. september verjir Ása Róin sína ph.d. ritgerð við Universitetið í Linköping.
Heitið á ritgerðini er: “On the making of age. A constructionist study on ageing and later life in the Faroe Islands.” Verjan verður kl. 8.00 føroyska tíð í K2, Kåkenhus, Campus Norrköping.
Verjan verður víst alment á stórskíggja í hølunum hjá Felagnum Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum í Lukas Debesar gøtu 14.
Andmælingar eru:
- Christopher Phillipson, professari á Manchester University (UK)
- Pirjo Nikander, professari á universitetinum í Tampere (Finnland)
- Håkan Jönsson, professari á Lunds Universitet (Svøríki)
Vegleiðarar hava verið:
- Catharina Nord, lektari og Elisabet Cedersund, professari, báðar á Linköping Universitet.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...