Ásbjørn 30 ára starvsdag á Setrinum
Tann 22. november vóru liðin 30 ár síðani Ásbjørn Johannesen varð settur í starvið sum húsavørður fyri stovnarnar á Debesartrøð, eisini á Setrinum.
Í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini mikudagin 12. desember frá kl. 15.
Tá sagt verður “sum húsavørður fyri stovnarnar á Debesartrøð”, so var samansetingin av stovnum ein onnur tá, enn hon er í dag. Setrið var tá samansett av Føroyamálsdeildini, Náttúruvísindadeildini og Søgu- og samfelagsdeildini, umframt Setursskrivstovuni. Hinir stovnarnir, sum Ásbjørn var húsavørður fyri vóru Náttúrugripasavnið, Fornminnissavnið, Skjalasavnið, Landsbókasavnið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Í 1991 kom so Havstovan, sum tá var flutt í nýggjan bygning í Nóatúni saman við Náttúruvísindadeildini, afturat.
Tey flestu, sum hava nakað við Setrið at gera, hava møtt hesum fyrikomandi manni. Ásbjørn er við árunum vorðin ein sjálvsagdur partur av stovninum, her hann við sínum spakføra lyndi hjálpir okkum starvsfeløgum við uppgávum av øllum handa slagi.
Ásbjørn er havnarmaður, giftur og eigur tvey vaksnar børn og 2 abbasynir. Upprunaliga er hann útbúgvin húsasmiður og var í starvi hjá Damberg, inntil hann í 1988 kom í starvið sum húsavørður her.
Vit ynskja Ásbirni hjartaliga til lukku við 30 ára starvsdegnum, takka fyri fyrimyndarligt samstarv. Hóast hann, ta tíð tað var, hugsaði at verða her í eini 5 ár, so hevur hann støðast væl og í einum aldri av 57 árum, rokna vit við at eiga hann her í minsta lagi 10 ár afturat.
Og vit minna aftur á, at skipað verður fyri almennari móttøku fyri Ásbirni í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini mikudagin 12. desember frá kl. 15.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...