01.10.2015
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

ASK er flutt í nýggj høli

Altjóða Skrivstovan er flutt oman á J.C. Svabos gøtu 7.


Holger Arnbjerg er vanliga at hitta mánadag til fríggjadag millum kl. 10 og kl. 15 (mikudag kl. 10-18).

Altjóða Skrivstovan gevur vegleiðing til lesandi. Hon er partur av lestrarskrivstovuni á Fróðskaparsetrinum, sum er í gulu húsunum í J.C. Svabos gøtu 7, har ASK heldur til í kjallaranum.

Til ber eisini at ringja ella skriva teldupost og avtala aðra tíð; tað kann vera ein fyrimunur, tí so ber til at fyrireika svarið til júst tín fyrispurning.

Tá ið tit skriva og biðja um vegleiðing, hjálpir tað, um tit siga eitt sindur um tykkum sjálvi, eisini er gott, um tit skriva telefon og bústað, so ASK kann senda tykkum møguligt tilfar ella koma í samband við tykkum. ASK er eisini á Skype.