At kenna plantur gjørdi størsta munin
24.08.2015
Námsvísindadeildin
Skriva út

At kenna plantur gjørdi størsta munin

Øll kenna summardáa, men nógv fløkjast í ymsu sóljunøvnunum vísir úrslitið av eini kapping millum tey, sum júst eru byrjað at lesa á Námsvísindadeildini.


Nýggju námsfrøðinga- og læraralesandi eru byrjað, og tey løgdu fyri við eini innleiðsluviku, har tey umframt ymisk kunningartiltøk eisini í tveir dagar vóru á setursskúla í Skótahúsinum við Løkin. Skipað varð fyri verkstøðum av ymsum slagi, samstundis sum dentur varð lagdur á, at tey lesandi komu at kenna hvør annan.

Avbjóðingarnar vóru av ymsum slagi, bæði innan náttúruvísindi, handverk, ítrótt og framførslu. Innan náttúruvísindi var skipað fyri kapping, sum snúði seg um at kenna djóra- og plantusløg, um vísindalig ætl, um hvussu væl fruktir flóta, og um at hava tamarhald á eini kúlu, sum skuldi ígjøgnum so nógvar snúningar í einum bana sum gjørligt.

10 lið kappaðust, og tað vísti seg at vera sera tætt ímillum teir tríggjar fremstu bólkarnar. Tað sum hesir fremstu bólkarnir høvdu felags var, at tey fingu nógv stig fyri at kenna plantusløg.

Umframt verkstøðini var eisini kvøldseta, og áðrenn tey fóru av setursskúlanum vóru gjørdar eftirmetingar. Eisini útfyltu tey eitt spurnablað, sum er partur av granskingarverkætlan um hugburð til føroyska fólkaskúlan.