At lesa búskaparfrøði gevur spennandi starvsmøguleikar
Jógvan arbeiðir sum fíggjarfrøðingur hjá Bakkafrosti, meðan Jón ætlandi fer at arbeiða við makrobúskaparligum greiningum. Báðir hava tað í felag, at teir hava tikið bachelorprógv í búskaparfrøði á Setrinum
Fyri seks árum síðani byrjaði fyrsti árgangurin av lesandi í búskaparfrøði og virkisfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Ein av hesum næmingum var Jógvan Zachariasen úr Streymnesi. Í fjør – fimm ár eftir lestrarbyrjan – tók Jógvan Zachariasen kandidatprógv í grannskoðan (cand.merc.aud) á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn (Copenhagen Business School).
Kandidatútbúgvingina tók Jógvan sum fjarlestur úr Føroyum, har hann hevði lestrarstarv á fíggjardeildini hjá Bakkafrosti á Glyvrum. Í dag er hann í føstum starvi hjá Bakkafrosti, har hann millum annað ger uppfylging upp á fíggjarligu gongdina í ymsu pørtunum av virkseminum hjá føroyska alirisanum.
Jón Arge taldist millum tey lesandi, sum byrjaðu at lesa búskaparfrøði á øðrum árganginum við upptøku í august 2017.
Á Setrinum var Jón sítt seinasta lestrarár eisini hjáundirvísari hjá teimum lesandi á fyrsta ári. Fyrst í juni 2022 – sløk fimm ár seinni – stóð Jón við kandidatprógvi í hondini frá Universitetinum í Lund í Svøríki og ætlar sær nú at arbeiða við samfelagsbúskaparligum greiningum. Lund hevur fleiri ferðir heitt á Jón um at søkja um upptøku á teirra ph.d.-lestri, men hann ætlar sær fyrst at arbeiða næstu tíðina.
Á 3-ára bachelorútbúgvingini í búskaparfrøði & virkisfrøði á Setrinum eru bæði virkisfrøðiligar lærugreinir sum roknskaparfrøði, virkisstýring, fíggjarstýring, strategi og vinnurætt, og eisini búskaparfrøðiligar lærugreinir sum mikro- og makrobúskaparfrøði umframt støddfrøði, hagtalsfrøði og økonometri. Harumframt eru vallærugreinir í eitt nú CSR, alivinnubúskapi og spælteori.
Sostatt kundu bæði Jógvan og Jón fylgja sínum hugi til hægri lestur við at taka kandidatprógv á rættiliga ymiskum útbúgvingum í Keypmannahavn og Lund.
Freistin at søkja inn á bachelorútbúgvingina á Setrinum við lestrarbyrjan í august 2022 er nú fríggjadagin tann 1. juli 2022.
Nærri upplýsingar um útbúgvingina og upptøkutreytir eru tøkar á Setur.fo her og her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...