At rættarsøkja stjórnarleiðarar fyri krígsbrotsverk
Bjørn Kunoy hevur almennan fyrilestur um revsirættarábyrgd hjá stjórnarleiðarum fyri krígsbrot hósdagin 19. mai kl. 14 í hølunum hjá Fróðskaparsetri Føroya í Jonas Broncksgøtu í Havn
Í kjalarvørrinum á russiska álopinum á Ukraina er spurningurin vorðin aktuellur um - og um so er, undir hvørjum umstøðum - russiskir leiðarar kunnu rættarábyrgdast fyri møgulig krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini.
Sambært ákæranum í Altjóða Revsirættardómstólinum í Haag bendir alt á, at krígsbrotsverk eru framd í Ukraina, tó at eingin innleiðandi avgerð er tikin enn hesum viðvíkjandi.
Ein aldargamal siðvenjurættur tryggjar, at sitandi stjórnarleiðarar, forsetar og uttanríkisráðharrar ikki kunnu rættarsøkjast uttan mun til, hvussu álvarsom brot, harímillum fólkamorð og krígsbrotsverk, slíkir persónar eru ákærdir fyri at hava staðið á odda fyri.
Ein skipað uppgerð varð tó við hesa siðvenju í 2002, tá ið Altjóða Revsirættardómstólurin í Haag varð settur á stovn.
Hesin dómstólur hevur sum fremstu uppgávu at tryggja, at persónar, harímillum eisini stjórnarleiðarar, ið fremja serliga álvarsom revsirættarbrot sum fólkamorð og krígsbrotsverk, ikki skulu hava immunitet fyri altjóða revsirættarábyrgd.
Ávísar avbjóðingar standast av, at tað framvegis eru 70 lond, ið ikki eru sáttmálapartar at stovnandi sáttmálanum hjá Altjóða Revsirættardómstólinum í Haag. Tó, grundað á seinastu dómsúrskurðarnar í Haag, er tað nógv, sum talar fyri, at eisini stjórnarleiðarar hjá londum, ið ikki eru partar at altjóða revsirættardómstólinum, í ávísan mun ikki kunnu gera sær dælt av áðurgaldandi immunitetinum fyri álvarsom revsirættarbrot, ið liggja undir løgdøminum hjá Altjóða Revsirættardómstólinum í Haag.
Russland er ikki sáttmálapartur at stovnandi sáttmálanum hjá Altjóða Revsirættardómstólinum í Haag.
Í almenna fyrilestrinum fer Bjørn Kunoy tó m.a. at greiða frá, hví leiðarar Russlands ikki kunnu gera sær dælt av einhvørjum immuniteti mótvegis Altjóða Revsirættardómstólinum í Haag, um ákæra verður reist móti hesum persónunum.
Fyrilesturin er almennur, so øll eru hjartaliga vælkomin í hølini á veghædd í Jónas Broncks gøtu 25 hósdagin 19. mai klokkan 14:00.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...