At selja mentanarsøgulig landsløg og lokalar rávørur
17.04.2012
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

At selja mentanarsøgulig landsløg og lokalar rávørur

Frásøgn frá Ráðstevnuni “”North Atlantic Native Sheep and Wool Conference” 29. mars til 1. apríl.


Tað er eitt rák í heiminum í dag, har umhvørvi, mentan og siðvenja eru vorðin eitt tilfeingið, ið fólk seta prís uppá. Vit síggja hetta í ferðavinnuni, mat- og restauratión vinnuni og í klædna vinnuni. Sannlíkt, er hetta eitt mótrák, í móti teimum árinum, ið m.a. stórídnaðurin hevur borðið við sær.

Í døgunum 29. Mars til 1. Apríl, var ein áhugaverd ráðstevna í Norra, nevnd ”North Atlantic Native Sheep and Wool Conference”, har Granskingardepilin eisini var umboðaður. Henda ráðstevna var ætla, at seta fokus á útjaðaran og tað tilfeingið, ið liggur í tí mannaskapta landslagnum, seyði og ull.

Londini sum luttóku vóru: Norra, Ísland, Føroyar, Orknoyggjarnar, Hebridurnar og Hetland. Umboðini úr Føroyum vóru: Olga Biskopstø vegna Granskingardepilin, Bjørn Patursson vegna Búnaðardepilin og Súsan í Jákupstovu, sum listafólk.

Sum nevnt, var aðalmálið við ráðstevnuni, at seta fokus á tað avbjóðing, sum liggur í at gagnnýta tilfeingið, sum liggur í mentanar søguligu landsløgunum, seyðahaldinum og ullini her í Norðuratlantiska økinum. At knýta sambond millum londini, og seta í verk ítøkilig tiltøk, ið kunnu skapa virksemi og vinnu í økinum. Málið var eisini at geva íblástur og byggja upp netverk millum stovnar, fyritøkur og einstaklingar.

Í fleiri ár, hevur tað verið eitt politiskt ynski, at økja um samstarvið millum londini í Norðuratlantiska økinum, við tí fyri eyga, at menna vinnu og gransking umframt sosial sambond. Nú eru vit so smátt farin at síggja úrsliti av hesi strembanini, takka verið teimum stuðuls møguleikum, sum eitt nú NORA, NPP og aðrir stuðuls grunnar hava borga fyri.

Henda ráðstevnan North Atlantic Native Sheep and Wool var hildin í STRILATUNET í SEIM, ið liggur í Lindås kommunu í Nordhordland. Hetta er eitt økið, ið søguliga hevur verið eitt landbúnaðarøkið burtur av í meira enn 3000 ár. Hetta sæst eisini aftur í landslagnum, har mannahond hevur umskapt stór økið til endamálið.

Á ráðstevnuni var víst á, at landbúnaðurin her í Norðuratlantshavinum hevur somu søguligu røtur eins og seyðaslagið er sprottið úr somu rót. Í dag liggja nógv av hesi økið brak tí vinnan hevur flutt fokus, og nú snýr seg um fiskivinnu og annan ídnað.

Broytingin hevur ført við sær, at vit hava stór mannaskapt landsløg, ið ikki vera røkt longur.

Spurningurin er so, um vit ikki eiga at brúka tað søgu, sum liggur í landsløgunum til at fremja økismenning, og umframt kjøtframleiðslu, eisini eiga at fáa meira burtur úr ullini og siðvenjuni handan seyðahaldið.

Og rætt er tað, at hetta er ein møguleiki, ikki bara á vesturstrond Noregs, men eisini á heilt smáum oyggjunum, eitt nú á North Ronaldsay, á Hebridunum? sum í dag hevur bygt upp eina burðardygga spunavinnu, har vøran verður seld á internetinum. Dømir, ið vit kunnu hesta vitan og royndir frá.

Karin Svarstad, sum fyriskipaði ráðstevnuna sigur, at talan ikki bara er um eina ráðstevnu, men um eina verkætlan, har londini í Norðuratlantiska økinum kunnu býta um royndir og kunnleika við tiltøkum, knýtt at seyðahaldi, søgu, ull framleiðslu, tekstil, handverk og mentanar søguligum landsløgum. Ráðstevnan byrjaði á Orknoyggjunum á vári 2011, og skal nú ferðast úr økið í annað. Í 2013 verður hon í Hetlandi, í 2014 í Íslandi og 2015 í Føroyum. Hetta fyri at geva íblástur til økismenning og vinnuframatiltøk innan seyðahald og ull.

Ráðstevnan vísti, at vit hava nógv at læra av hvørjum øðrum, tí avbjóðingarnar eru á mangan hátt tær somu, bæði orsaka av sama veðurlag og øðrum landafrøðiligum umstøðum. Men tað er ymiskt hvussu langt londini eru komi og hvat tey hava lagt dent á. M.a. hava Hetland og Orknoyggarnar bygt upp eina burðardygga ullavinnu á smáoyggjunum. Somuleiðis eru Ísland og Norra komin væl ávegis, tá tað snýr seg um smá ídnað og ferðavinnu.

Ráðstevnan vendi sær m.a. til tey sum fáast við landbúnað, listahandverkarar, tekstil framleiðarar, ið arbeiða við ull, politikarar og kommunur, við áhuga fyri vinnumenning og mentanar søguligu landsløgunum, umframt onnur, ið eru áhuga í søguligu bondunum millum londini á vestur leið.

Fyri at gera ráðstevnuna fjølbroytta, var hon fyriskipað við fyrilestrum, gagnsýning og sølutorgi, har luttakandi londini høvdu lutir at vísa fram og selja. Harumframt var framsýning við lutum, framleiddir úr ull. Dentur var eisini lagdur á, at maturin á ráðstevnuni var siðbundin og framleiddur úr lokalari rávøru.

Ein partur av ráðstevnuni fór fram á Strilatunet í Seim, meðan ein annar partur gekk fyri seg á tí sokallaða Lyngheisenteret. Lyngheisenteret er eitt nýtt og øðrvísi ferðavinnu mál í økinum. Sentrið gevur ferðafólki møguleika at uppliva eitt spennandi mentanarsøguligt landslag, ganga túrar meðan greitt verður frá hvussu fólk í øldir hava arbeitt við jørðini. Sjálvt sentrið er eitt byggilistarligt spennandi hús, har tað er gjørlig at fáa ábit og keypa lokalt framleiddan mat og lutir. Sentrið hevur allar hentleikar til ráðstevnur og onnur tiltøk.

Lyngheisenteret fekk í 2011 tilluta UNESCO internationala mentanar søguliga landslags prísin. Prísurin var latin serliga fyri háttin í landslagið verður røkta uppá, í tøttum samstarvið við bóndirnar í økinum.

Granskingardepilin luttekur í fleiri verkætlanum, ið fevna um útjaðaramenning, smátjóðir og menning og tilfeingiðs umsiting, ein slík ráðstevna gevur okkum innlit og møguleika fyri at luttaka í netverki og verkætlanum í Norðuratlantiska økinum, til frama fyri menning av føroyska samfelagnum.