Atlas við føroyskum ferðafuglum útkomið
09.10.2014
Fróðskapur
Skriva út

Atlas við føroyskum ferðafuglum útkomið

Á 264 síðum, prýddar við litmyndum, er ferðingin hjá 90 føroyskum fuglasløgum lýst. Bókin Færøsk Trækfugleatlas er ætlað øllum við áhuga í føroyskari náttúru.


Á grækarismessu ynskja vit tjaldrinum væl afturkomið, og tá vit endiliga síggja ternurnar vita vit, at nú er summarið komið. Men hvar hava fuglarnir verið henda veturin? Eru hetta somu fuglar, sum vit sóu í fjør? Og hvussu gomul gerast tjøldrini? Í hesari bókini finnur tú svarið uppá hesar og nógvar aðrar spurningar.

Knapt 100.000 fuglar eru ringmerktir í Føroyum, síðan fyrsti skurin í 1912 fekk ein ring um beinið. Úrslitini av hesum merkingum og teimum mongu avlisnu ringunum eru nú fyri fyrstu ferð savnaði á einum stað. Sostatt verða 97 ár av merkingum uppgjørd í Færøsk Trækfugleatlas.

Ferðing og ferðamynstur hjá 90 sløgum av føroyskum fuglum verða gjølla gjøgnumgingin í Færøsk Trækfugleatlas. Úrslitini av merkingunum verða løgd fram á ein lættan og dámligan hátt. Sami leistur er brúktur til einstøku sløgini gjøgnum alla bókina, so tað er lætt at samanbera tey nógvu kortini og grafarnar. Fyri hvørt einstakt slag verða eitt nú búøki, vetrarvist, útbreiðsla, deyðiligheit og deyðaatvoldir viðgjørd. Eisini verður tíð, ætt og annað í samband við ferðingina viðgjørt.

Í samstarvi við Náttúrugripasavnið eru nógvu skrásetingarnar og rúgvusmikla tilfarið savnað og viðgjørt á Statens Naturhistoriske Museum í Keypmannahavn. Høvuðsteksturin í bókini er á donskum, meðan nøvn á fuglum og annað eisini er á føroyskum, enskum og latíni.

Í fyrstu pørtunum av bókini ber til at lesa um søguligu gongdina av ringmerking í Føroyum, umframt vísindaliga týdningin av ringmerkingum. Her kann ein eisini lesa um menniskjaliga ávirkan á fuglalívið í Føroyum.

Færøsk Trækfugleatlas er gjørd til øll, ið hava áhuga fyri føroyskum fuglum. Samstundis er hetta ein handbók um ferðing hjá føroyskum fuglum og er av týdningi fyri øll, ið arbeiða við fugli yvirhøvur í norðurhøvum.

Ringmerking av fuglum er framvegis eitt týdningarmikið amboð til gransking og umsiting av føroyskum fuglastovnum í samband við veiðu, ferðavinnu og umhvørviseftirlit. Vónin er, at Færøsk Trækfugleatlas verður eitt týðandi íkast til at beina umsiting av føroyska fuglalívinum á rætta leið.

Færøsk Trækfugleatlas er gjørt við fíggjarligum stuðli frá Aage V. Jensens Fonde og er útgivið í samstarvi við forlagið Fróðskap.

Høvundarnir eru Sjúrður Hammer, Jesper J. Madsen, Jens-Kjeld Jensen, Kjeld T. Petersen, Dorete Bloch og Kasper Thorup.

Bókin fæst í bókabúðunum fyri 250 kr.

Samband: 
frodskapur(at)setur.fo

Dømi um vitan, ið er fingin við ringmerkingum í Føroyum

  • Um veturin ferðast drunnhvítar og ternur til høvini sunnan fyri Afrika, eitt strekki á 10-11.000 km hvønn vegin.
  • Tá lundar eru kynsbúnir, venda teir aftur til staðið, har teir vórðu floygdir – tað merkir, at tað er sera lítil flutningur ímillum ymsu lundalondini.
  • Havhestur, ið leitar sær føði í føroyskum sjógvi, hevur eftir øllum at døma ávís øki, ið hann velur fram um onnur og vendir aftur til ár um ár.
  • Fleiri fuglasløg eru í og við Føroyar alt árið. Tað eru sløg sum skarvur, æða, mýrisnípa, teisti, bládúgva, músabróður, ravnur, gráspurvur og helst eisini starar.
  • Um heystið ferðast nógvir føroyskir lomvigar í ein landnyrðing móti norsku strondini. Teirra vetrarvist er har og eisini longur suðri í Norðsjónum og Skagerrak.
  • Vit kunnu siga nakað um, hvaðani sjófuglurin í føroyskum øki stavar, og tí liggur betri fyri at meta um avleiðingarnar av eini oljudálking.
  • Føroyskar ritur eru í vetrarvist á sjónum út fyri Grønland og Nýfundland, meðan tær, sum eru í føroyskum sjógvi millum annað koma frá Stórabretlandi, Noregi, Russlandi, Íslandi og Kanada.
  • Nakrir av tjaldursgrælingunum, ið steðga á Føroyum, reiðrast í Kanada.
  • Um heystið kunnu leyvljómarar koma av leið og enda í Føroyum – men teir kunnu eisini koma aftur á rætta leið. Tveir, ið vórðu ringmerktir í Føroyum, vórðu fáar dagar seinni skrásettir í Hetlandi og Sussex í Onglandi.
  • Stórtíta er fuglur, ið vanliga ikki ferðast. Tó ringmerking hevur staðfest, at stórtíta er komin allan vegin úr Danmark – allarhelst við Norrönu, eins og nógv onnur.
  • Um várið er ferðingin hjá bringureyða í hæddini síðst í apríl mánaða, og síðst í oktober um heystið.