2012-Setur.fo_Bygningar-022.jpg
12.10.2022
Setrið Setursskrivstovan
Skriva út

Átta umsóknir til rektarastarvið

Átta fólk hava søkt um at blíva rektari á Fróðskaparsetri Føroya

Tá freistin at søkja rektarastarvið var úti fríggjadagin 7. oktober, vóru átta umsóknir komnar. Tær eru úr Føroyum, Norðurlondum og eisini longri úti úr heimi.

Í setanarbólkinum, sum nú skal viðgera umsóknirnar, sita umboð fyri lesandi og starvsfólk á Setrinum, fólk frá uttanhýsis samstarvsstovnum og stýrislimur fyri Fróðskaparsetur Føroya.

Setanarbólkurin metir, at grundarlagið at arbeiða víðari er gott við hesum átta umsóknunum.

Miðað verður eftir, at nýggi rektarin kann byrja í starvinum á Fróðskaparsetri Føroya 1. januar ella fyrr, um tað ber til.