04.04.2013
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Autentisk simulatión á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Í løtuni er Sjúkrarøktarfrøðideildin í fer við at uppgradera stýrisystemini til okkara simulatiónsdukkur, sum vera nýttar í undirvísingini í sjúkrarøktarfrøði.


Í hesum sambandi hevði deildin undan páskum vitjan av  Dorte Truelsen Gram, Lektara á Sjúkrarøktarfrøði deildini á University College Lillebælt í Odense. Hon helt fyrilestur um at nýta simulatión í undirvísingini í sjúkrarøktarfrøði útbúgvingini, ið hon eisini hevur skrivað ritgerð um.  Sum partur av fyrilestrinum hevði hon eisini  work shop venjingar í mun til at leggja til rættis simulatións undirvísing.

Endamálið er at skapa eitt trygt rúm, har útgangsstøði er at tann lesandi skal læra og gerðast meira sikkur í at útinna sjúkrarøkt, venja førleikar. hegni og kunnleika seg, uttan at tað, sum ikki gekk heilt væl, fer at hava fatalar fylgir fyri sjúklingin. Eitt av endamálunum er, at lesandi reflektera við ástøði um sína útinntu sjúkrarøkt og mennist og lærir av hesum áðrenn lesandi fer út í praksis.

Simulatiónsvenjing verður nógv nýtt  av t.d. flogskiparum.

Viðheftar eru tvær greina um hendan frálæruháttin.

Pamela R. Jeffries
A framevork for Designing, Implementing and Evaluating Simulations Used av Teaching Strategies in Nursing

Kristina Thomas Dreifuerst
The Essentials og Debriefing in Simulation Learning: A Concept Analysis