Avloysari settur fyri samskiftis- og kunningarfólk
Ólavur Waag Høgnesen er settur sum avloysari fyri Onnu Katrin Matras.
Ólavur Waag Høgnesen er settur sum avloysari fyri Onnu Katrin Matras, samskiftis- og kunningarfólk, sum fór í farloyvi 1. januar 2016. Ólavur byrjar í starvinum 1. februar 2016.
Ólavur er cand.scient.soc við sergrein í samskifti frá Universitetinum í Keypmannahavn og hevur umframt tað útbúgving í løgfrøði á bachelor-stigi. Harumframt hevur Ólavur drúgvar arbeiðsroyndir innan miðlan, samskifti og undirvísing, m.a. sum tíðindafólk og blaðstjóri, samskiftisráðgevi, og undirvísari á fleiri hægri lærustovnum, millum annað á Setrinum.
Samskiftis- og kunningarfólkið stendur fyri arbeiðinum at samskipa ymiskt samskifti á Setrinum – bæði innanseturs og úteftir. Ólavur kemur m.a. at hava ábyrgd av kunning og marknaðarføring av útbúgvingum og gransking á Setrinum.
Samskiftis- og kunningarfólkið er knýtt at Lestrarskrivstovuni á Setrinum.
Lestrarskrivstovan samskipar kunning og marknaðarføring á Setrinum og hevur sum uppgávu at savna virksemið, sum hevur við studentar og lestur at gera, umframt at vera bindilið millum fakliga og fyrisitingarliga partin av útbúgvingunum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...