Avvarðandi børn hava eisini tørv á umsorgan, kunning og stuðli
08.11.2016
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Námsvísindadeildin
Skriva út

Avvarðandi børn hava eisini tørv á umsorgan, kunning og stuðli

Kristianna Dam, námslektari, ger kanning um, hvussu føroysk børn uppliva at vera avvarðandi hjá foreldrum við álvarsamari, varðandi sálarsjúku


Talan er um kvalitativa kanning við 11 føroyskum luttakarum, sum eru 18 ár ella eldri, og tað er Kristianna Dam, námslektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini, ið ger hana. Í kanningini verða teir spurdir um, hvussu teir uppliva og hava upplivað sína tilveru sum avvarðandi barn hjá foreldrum, rakt av álvarsamari sálarsjúku.

Eingin føroysk kanning

Ongin vísindalig kanning er gjørd um, hvussu føroysk børn uppliva at vera avvarðandi hjá foreldrum við álvarsamari, varðandi sálarsjúku. Kristianna hevur tó frammanundan – saman við Elisabeth O.C. Hall frá Aarhus Universiteti – gjørt eina bókmentarannsókn og gjøgnumgingið 22 vísindaligar kanningar úr 10 ymiskum londum.

Úrslitið av teirri gjøgnumgongdini vísir, at børn hjá foreldum, ið eru rakt av álvarsamari varðandi, sálarsjúku, eru ein viðbrekin málbólkur, ið m.a. hevur tørv á umsorgan, stuðli og kunning um sálarsjúku. Fáa tey ikki tað, so kann tað elva til fysiskar, sálarligar og sosialar trupulleikar í barndóminum og í vaksnamannalívinum.

Kanningin skal veita vitan til kliniska praksis

Hóast hetta, so eru børn hjá foreldrum við sálarsjúku lágt raðfest og nærum ósjónlig innanfyri føroyska heilsuverkið og í samfelagnum sum heild. Endamálið við kanningini hjá Kristionnu er at varpa ljós á og at veita granskingargrundaða vitan um tilveruna hjá avvarðandi børnum í Føroyum – vitan sum kann nýtast í kliniskari praksis til málbólkin í Føroyum og internationalt.

Nýggja kanningin, ið verður liðug á vári 2017, verður fíggjað av Sjúkrakassagrunninum.

Úrslitini av undankanningini eru almannakunngjørd fyrr í ár Scandinavian Journal of Caring Science. Greinin ber heitið “Navigating in an unpredictable daily life: a metasynthesis on children's experiences living with a parent with severe mental illness”, og samandráttur á enskum kann lesast her.