Screenshot_2021-05-03 Nýggj ritgerð um rognkelsi.png
Í bachelorritgerð síni staðfestir Teitur Bendtsen, at rognkelsi vilja heldur sita á svørtum ella reyðum skjólum, og helst ikki á hvítum og bláum (Foto: Fiskaaling)
Fiskaaling
03.05.2021
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Bachelorritgerð: Rognkelsi skiftur lit eftir einum degi

Niðurstøðan í nýggjari bachelorritgerð er, at rognkelsi skifta lit eftir skjólunum, sum tey sita á, og at litbroytingin hendir longu eftir einum degi

Teitur Bendtsen hevur vart sína bachelorritgerð, sum eitur "Litbroyting hjá rognkelsum og teirra val av skjól-liti".

Í verkætlanini hevur hann kannað, um rognkelsi skifta lit fyri at laga seg eftir litinum av skjólum, sum tey hava atgongd til. Harumframt hevur hann í aðrari roynd kannað, um rognkelsi mest tekkjast skjól við ávísum liti.

Niðurstøðan er, at rognkelsi broyta lit longu eftir einum degi. Týðiligasta broytingin er, at tey verða ljósari í ljósum skjólum og myrkari í myrkum skjólum. Harumframt kunnu munir síggjast á bæði littóna, og hvussu bjartur liturin er, alt eftir liti á skjóli og eisini, hvar á fiskinum, ið tú hyggur.

Harumframt var niðurstøðan eisini tann, at rognkelsi vilja heldur sita á svørtum ella reyðum skjólum enn á øðrum litum, og tey vilja helst ikki sita á hvítum og bláum skjólum.

Teitur Bendtsen vísir á, at reytt ljós ikki røkkur serliga langt niður í dýpið. Tískil kann tað vera, at rognkelsi velja reyð og svørt skjól, tí teimum tørvar ikki at tillaga sín lit eins nógv til hesi skjól. Somuleiðis líkjast svart og reytt eitt sindur brúntara. Rognkelsi eru ofta at finna í tara í náttúruni.

Verkætlanin varð gjørd í samstarvi við P/F Fiskaaling, og praktiski parturin varð gjørdur í Nesvík.

Vegleiðarar vóru Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, og Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.