Bachelorskeiðini í skatti geva tær fast undir fótum
Tey trý skattaskeiðini á bachelorstigi eru gott útgangsstøði fyri at taka tey á masterstigi seinni
Setrið hevur árini frammanundan bjóðað út løgfrøðiskeið innan skatt á masterstigi. Í heyst bjóðar Setrið út trý skeið á bachelorstigi um skatt. Talan er um skeiðini
- - skattafyrisiting
- - persónbundna og fæbundna skattaskyldan og
- - skattligar avskrivingar
Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, sum hevur ábyrgdina av skeiðunum, sigur, at skeiðini á masterstigi hava fingið góða undirtøku, og tað hevur eisini gingið væl.
– Masterskeiðini eru sera krevjandi, og tað er heilt greitt, at tey, ið hava arbeiðsroyndir innan økið, hava havt tað lættari enn tey, ið hava fáar ella ongar royndir, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Hann vísir á, at hendan eftirmetingin er ein av orsøkunum fyri, at Setrið nú hevur valt eisini at bjóða skattaskeiðini út á bachelorstigi.
– Bachelor-skeiðini geva eina innleiðslu til hesi skattarættarligu økini. Tey, sum ikki velja at fara víðari, hava sostatt fingið eina holla, grundleggjandi vitan, sum kann vera hent. Men tað er eingin ivi um, at tey, sum seinni melda seg til skeiðini á masterstigi, verða nógv betur fyri, sigur Eyðfinnur Jacobsen, ið sjálvur undirvísir í skattafyrisiting.
Meginreglan er, at fyri at verða tikin upp til lestur á masterskeiðunum í skattarætti, so skalt tú hava eina bachelorútbúgving. Eyðfinnur Jacobsen sigur, at tað kortini kann bera til at verða tikin upp á masterskeið í skattarætti, eisini hóast tú ikki hevur fulla bachelorútbúgving, treytað av, at grundleggjandi førleikarnir er sambæriligir við bachelor. Í hesi meting telja nevndu 5 ECTS skattaskeið á bachelorstigi rættiliga nógv.
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at tað enn eru tøk pláss á øllum skeiðunum.
Stutt um skeiðini:
Skattafyrisiting. 20 tímar. Undirvísari er Eyðfinnur Jacobsen. Mánadagar og mikudagar kl. 9-11. Fyrstu ferð 5. sept., seinastu ferð (próvtøka) 12. okt.
Persónbundna og fæbundna skattaskyldan. 20 tímar. Undirvísarar eru Jákup Jacobsen og Jóhannes Færø. Týsdagar og hósdagar kl. 9-11. Fyrstu ferð 18. okt., og seinastu ferð (próvtøka) 28. nov.
Skattligar avskrivingar. 20 tímar. Undirvísari er Jógvan Amonsson. Mikudagar og fríggjadagar kl. 9-11. Fyrstu ferð 9. nov., seinastu ferð (próvtøka) 16. des.
Fyri øll skeiðini er galdandi, at tey eru 5 ECTS, at tað krevst, at umsøkjarin hevur miðnámsprógv ella samsvarandi fyri at verða tikin upp og at próvtøkan er skrivlig.
Tilfarið, ið lisið verður, svarar til 250 síður. Talan er um tilfarssavn og bókina ‘Føroyskur skattarættur’ eftir Eyðfinn Jacobsen. Bókin, sum kom út í 2010, finst nú eisini talgildari útgávu, ið er dagførd fram til 1. januar 2016. Talgilda bókin er ókeypis og kann takast niður á heimasíðuni hjá Snar.
Leinki til skeiðainnihald og undirvísingarætlanir eins og umsóknarblað finnur tú her undir yvirskriftini 'Skattaskeiðini heystið 2016'.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...