Fróðskapur
18.07.2008
Skriva út

Baladas épicas feroesas - Mariano Gonzáles Campo

Tvímælta kvæðasavnið Baladas épicas feroesas kom út í Spania í juni. Kvæðir standa lið um lið á føroyskum og í spanskari týðing. Við bókini, sum er 352 síður, er eisini ein fløga við kvæðunum. ISBN:978-84-7813-328-4


Tað er Mariano González Campo, sum hevur týtt kvæðini til spanskt. Hann hevur fleiri summar á rað vitjað í Føroyum fyri at arbeiða við hesum tilfarinum. Hann hevur serliga verið á Landsbókasavninum og á Føroyamálsdeildini, men hevur eisini verið í samband við nógv kvæðaáhugað fólk í Føroyum. Fororðini til bókina hevur Malan Marnersdóttir skrivað. Í bókini eru tey týdd til spanskt. - lesið tey á donskum her

Hetta er onnur bókin hjá Mariano González Campo um føroysk evni.  Hann gav í februar í ár út Saga de los feroeses, sum er Føroyingasøga í spanskari týðing.
Mariano González Campo hevur eina spanska heimasíðu, har hann skrivar dúgliga um føroyska mentan: "El cuaderno del feroés".

Tað er spanska forlagið Miraguano Ediciones, sum hevur givið bøkurnar hjá Mariano González Campo út. Fróðskapur er samútgevari av nýggju bókini og stendur fyri samskiftinum og útbreiðsluni av bókini í Føroyum. Bókin er serliga áhugaverd fyri spansktmælt  fólk, sum hava hug at fáa innlit í føroyska mentan, men er eisini sera hent til undirvísing í sponskum á føroysku miðnámsskúlunum.

Bókin Baladas épicas feroesas er ávegis til Føroya og fæst í bókabúðunum í næstum.