Balti og Baltoy - tvey nøvn í Hetlandi
23.05.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Balti og Baltoy - tvey nøvn í Hetlandi

Hóast meiri enn fjórðingsøld er liðin, síðan Chr. Matras professari, málfrøðingur og navnagranskari fór frá okkum, so kemur meir enn so fyri, at komið verður fram á onkur ókend nøvn ella máliskur í seðlasøvnunum á Føroyamálsdeildini.


Hesi bókamerki – seðlar ella lepar og brøv, sum hann hevur ætlað at gera nakað við - detta sum gullkorn úr summum av bókum hansara, tá ið blaðað verður.

Soleiðis var nú um dagarnar, tá ið bókavørðurin spurdi, um seðlar, sum lógu í bókini The Place-Names of Shetland, skuldu goymast ella blakast burtur. Tað vísti seg, at fleiri seðlar og viðmerkingar til staðarnøvn vóru at finna ymsastaðni millum báðar permurnar á hesari bókini, sum er komin úr bókasavninum hjá Christiani Matras. Harímillum vóru tveir sera forvitnisligir seðlar við upplýsingum um mansnavnið Balti og staðarnavnið Baltoy.
Á øðrum av hesum seðlunum stendur endurgivið úr bók: Balta - Jf. 169 : “Mandsnavnet “ Balti” nævnes i Håkon Håkonsens saga, som forekommende på Shetland.
Á hinum skrivar Chr. Matras: Balta - (við U) Uttanf. Haraldsvík (*Baltey) – (av hjaltl. navninum Hjalti) – P. A. M. 180

Hetta var forvitnislig og stuttlig kunning at fáa so óvæntað, tí navnafrøðingur á Føroyamálsdeildini kendi ikki mansnavnið Balti og visti ikki, at tað merkti tað sama sum navnið Hjalti, sum merkir hjaltlendingur ella hetlendingur.

Á landakortinum fyri Hetland sæst oyggin Baltoy eystanvert við oynna Unst, sum er norðast av hetlendsku oyggjunum. Haraldsvuik er í útnorður av Baltoy, og fjørðurin yvir av Baltoy og sundið millum Baltoy og Unst verður nevnt Baltey Sound, sum vit á føroyskum høvdu nevnt Baltasund.

Tað fyrsta mær rann í hug var barnarímið Rógva út á Balta. Helst hevur Chr. Matras eisini hugsað um upprunan og aldurin á hesum barnaríminum, sum her verður endurgivið úr A. C. Evensen 1908: Stavingarbók og Lesibók fyri yngri børn:

Rógva út á Balta,
veiða fiskin salta,
hvat skal bóndin fáa í kvøld,
táið hann kemur av fjalli:
Hýsuhøvur og gallið,
murthøvur í krúss,
tjó, hala og nýra,
rassin og svíra –
brenna skulum vit krákubeinið
í eldi okkara í kvøld.

Har er hýsuhøvur og krákubein nevnt. Siðurin 'at kasta kráku' var eisini kendur í Hetlandi og Skotlandi, og gamalt var í Føroyum at brúka uggabein á hýsu til bein, tá ið tey 'kastaðu kráku' á kyndilsmessu við hesum orðum:

Eg kasti stein
tú fái ikki mein,
eg kasti bein,
ber tað væl heim.

Kanska okkurt hýsubein við krákuni er endað á Balta, ella er okkurt uggabein á hýsu komið úr Baltasundi og borið víðari við krákuni.

Mansnavnið ella dreingjanavnið Balti er, sum vera man, ikki á føroyska navnalistanum, men kanska tað verður tað næsta, vit frætta um mansnavnið Balti.