BankNordik høvuðsstuðul hjá Markleys Útbúgving
23.08.2012
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

BankNordik høvuðsstuðul hjá Markleys Útbúgving

Afturvendandi lestrartiltakið Markleys Útbúgving verður tann 6. september í Norðurlandahúsinum


Tiltakið hevur til endamáls at upplýsa og vegleiða ung um nógvu útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum, Danmark og longri úti í heimi eftir miðnámsútbúgvingina.

Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni fegnast um, at stuðulsavtala aftur í ár er fingin í lag við
BankNordik. ”Fíggjarligi stuðulin ger tað m.a. møguligt at fáa fleiri fyrilestrahaldarar úr útlondum at luttaka á degnum. Harvið verður tiltakið nógv fjølbroyttari og enn meira spennandi fyri tey ungu, sum skulu taka avgerð um hægri lestur. Uttan stuðulin hevði eitt so áhugavert tiltak als ikki verið gjørligt,” sigur Holger Arnbjerg, sum í ár skipar fyri tíggjunda tiltakinum av hesum slag.

Fyrireikararnir, sum eru Altjóða Skrivstovan, Meginfelag Føroyskra Studenta, Lestrarvegleiðarafelagið og lesandi, vænta umleið 700 luttakarar til tiltakið, sum verður skipað í tveir partar. Um dagin er skráin ætlað fráfaringarflokkunum á miðnámsskúlunum, og um kvøldið verður tiltakið opið fyri øllum áhugaðum.

Stuðulsavtalan millum Markleys Útbúgving og BankNordik skal vera við til at eggja føroyskum ungdómi at nema sær víðari útbúgving. “Ein útbúgving er ein íløga í framtíðina, bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið,” sigur Tór Verland Johansen, Marknaðarleiðari í BankNordik. “Við hesum tiltaki vilja vit stuðla teimum ungu, sum skulu velja útbúgving, soleiðis at stóra avgerðin verður tikin á einum væl upplýstum grundarlag. Harumframt eru vit til staðar í størstu donsku lestrarbýunum og kunnu sostatt fylgja teimum ungu, eisini tá leiðin gongur uttanlands í lestrarørindum”.

Markleys Útbúgving hevur fleiri sera ymiskar og áhugaverdar fyrilestrar á skránni tann 6. september, og haraftrat fáa luttakarar høvi til at tosa við umboð fyri ymiskar føroyskar og útlendskar útbúgvingarstovnar.

Vegleiðarar frá ymisku londunum vera eisini til staðar í Norðurlandahúsinum og til ber at hitta núverandi og fyrrverandi lesandi á hægri útbúgvingarstovnum í fleiri londum.

Luttakarar nýtast ikki tekna seg til tiltakið. Til ber at lesa meira um Markleys Útbúgving á
www.setur.fo/ask, har endaliga skráin eisini verður kunngjørd tann 31. august.

Á yvirlitinum føroyingar á hægri útbúgving sæst  gongdin árini 2004-2011