barbara marinardóttir.jpg
Brynhild Thomsen
19.05.2021
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Barbara Marinardóttir heldur MA-fyrilestur

Fríggjadagin 21. mai klokkan 14:00 heldur Barbara Marinardóttir MA-fyrilestur í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini

Heitið á fyrilestrinum er "Alheimsstev og tvídráttir í samtíðarskaldsøgum um ríkisstøðu Føroya".

Í fyrilestrinum útgreinar Barbara Marinardóttir partar av MA-ritgerð síni, "Alheimsstevið, sum aldar gjøgnum okkum. Postkolonial lesing av ríkisstøðuni í samtíðarskaldsøgum".

Hon viðger skaldsøgurnar, "Djevelen kan ikke lese" (2014) eftir Silviu Henriksdóttur og "Vit, Føroya fólk" (2019) eftir Bjørk Mariu Kunoy við serligum atliti at lýsingunum av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark við støði í postkolonialum ástøði.

Setningurin er at kanna, hvussu støðan hjá Føroyum í danska ríkinum er lýst.

Til samanberingar verða týðandi eldri skaldsøgur lýstar fyri at vísa, hvussu lýsingin av Føroya støðu í ríkinum er broytt.

Fyrilesturin er almennur og byrjar stundisliga klokkan 14:00.

Tey almennu koronutilmælini verða fylgd.