Bárður Larsen adjunktur í løgfrøði
12.05.2014
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Bárður Larsen adjunktur í løgfrøði

Fróðskaparsetrið hevur sett Bárð Larsen í starv sum adjunkt í løgfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini.


Bárður er cand. jur. frá universitetinum í Keypmannahavn og hevur tey seinastu árini starvast sum ráðgevi hjá kommununum gjøgnum Kommunusamskipan Føroya og seinni Kommunufelagnum.

Frá tíðini undan hesum hevur Bárður royndir sum fulltrúi í landsfyrisitingini. Bárður hevur longu verið knýttur at Setrinum sum parttíðarundirvísari í løgfrøði. Saman við Kára á Rógvi hevur hann skrivað lærubók í fyrisitingarlóg, umframt at teir saman og hvør sær hava skrivað eina røð av greinum til løgfrøðilig tíðarrit. Bárður hevur m.a. skrivað ástøðiligar og greinandi greinir um løgfrøðilig evni í sambandi við ríkisrættarligu støðu Føroya.

Bárður tekur við adjunktstarvinum í heyst.