Bárður viðger gegni í sambandi við skyld og svágd
01.06.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Bárður viðger gegni í sambandi við skyld og svágd

Bárður Larsen hevur grein um gegni í nýggjastu útgávuni av tíðarritinum Ugeskrift for Retsvæsen, sum kom út 25. mai. 2013, s. 207-214, og finst á www.ufr.dk.


Greinin ber heitið “En kritik af den asymmetriske fortolkning af forvaltningslovens § 3, stk. 1, nr. 2.” (hald krevst fyri at sleppa til greinina)

Í greinini viðger Bárður tulkingina av orðunum skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinju so nær sum børn hjá systkjum í fyrisitingarlógini § 3, stk. 1, nr. 2. Hann finst at tí ov stirvnu tulking av skyldfólki og svágdum, sum hevur verið vanlig. Heldur enn sum bókstavatulking eigur henda áseting at verða tulkað í mun til endamálið, sum ikki kann vera, at systkin hjá foreldrum skulu hava øðrvísi støðu móti børnum hjá systkjum enn øvugt.

Greinin viðger eisini spurningin, um Jákup Mikkelsen, fyrrverandi landsstýrismaður, eftir lógini átti at metast sum svágur reiðaran Hanus Hansen í mun til kjakið um gegni um árskiftið 2011-12.

Sí greinina á www.ufr.dk.