Barnabókmentaráðstevna í Reykjavík 24.-25. apríl 2013
21.11.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Barnabókmentaráðstevna í Reykjavík 24.-25. apríl 2013

Barnabókmentaráðstevna um barnabókmentir og málsliga mentan í fámentum málsamfeløgum.


Stovnur Vigdísar Finnbogadóttur, Háskóla Íslands, bjóðar til ráðstevnu um barnabókmentir og málsliga mentan í fámentum málsamfeløgum. Hetta verður gjørt í samstarvi við CampUSCulturae, sum er eitt mentanarátak í Evropasamveldinum.

Universitetslesandi, granskarar, bókavørðir og onnur áhugað verða boðin at skjóta upp fyrilestrar innan fyri evnið bókmentir og onnur málslig mentan fyri børn í fámentum málsamfeløgum. Serliga er áhugi fyri evnunum

  • Barnabókmentir í fámentum málsamfeløgum mótvegis alheims poppmentan
  • Barnamentan og røtur hennara í fámentum málsamfeløgum.


Uppskot í samandrátti (250-500) orð skulu vera stovni Vigdísar Finnbogadóttur í hendi 4. januar 2013, lesið nærri her.