Benadikt Joensen námslektari í orkuverkfrøði
Benadikt Joensen er settur í starv sum námslektari í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini.
Benadikt hevur breiða útbúgving. Hann er elverkfrøðingur frá Danmarks Ingeniørakademi í 1980 og M.Sc. í leitingarjarðalisfrøði frá Fróðskaparsetrinum í 2010. Haraftrat hevur hann tikið meginpartin av B.Sc. útbúgvingini í havlívfrøði á Fróðskaparsetrinum umframt fleiri stakskeið frá øðrum hægri lærustovnum. Hann hevur pedagogikum fyri yrkisskúlalærarar.
Umframt at hava arbeitt sum elverkfrøðingur í nøkur ár hevur Benadikt drúgvar undirvísingarroyndir frá Vinnuháskúlanum, frá gymnasialu tøknbreytini í Klaksvík og frá øðrum miðnámsútbúgvingum. Hann hevur somuleiðis hollar royndir við undirvísing í fleiri skeiðum á Náttúruvísindadeildini og hevur verið avloysari á Danmarks Ingeniørakademi.
Benadikt fer serliga at undirvísa í orkuverkfrøði og luttaka í menning av hesum fakøki á Fróðskaparsetrinum. Hann byrjar í starvinum tann 1. august 2015.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...