Bergur D. Hansen vart ph.d.-ritgerð sína
25.04.2015
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Bergur D. Hansen vart ph.d.-ritgerð sína

Fríggjadagin 24. apríl vardi Bergur Djurhuus Hansen ph.d.ritgerð sína "Er heima til? Ein tekstslagsástøðilig og bókmentasøgulig viðgerð av ferðafrásagnum Kristians Osvald Viderø."


Nógv fólk var á Vinnuháskúlanum kl. 13, tá verjan byrjaði. Mett verður, at út móti 300 fólk vóru til verjuna.

Sigurð í Jákupsstovu rektari bjóðaði vælkomin og greiddi frá mannagongdini. Forkvinnan í metingarnevndini, Turið Sigurðardóttir professari, legði fyri við at staðfesta, at metingarnevndin hevði góðkent ritgerðina til verju.

Turið Sigurðardóttir las brot úr metingini, har tey m.a. skrivaðu:
“Við støði i hugsanunum hjá ferðafrásagnargranskarunum, Derrida, Genette, Bakhtin o.ø. lýsir og greinar Bergur D. Hansen neyvt og djúptøkið tey fýra verkini. Hann greiðir á sannførandi hátt frá, hvussu Viderø er síni egni – bæði við at flyta seg aftur og fram millum ymisk tekstsløg og við tí mátanum, sum verkini eru gjøgnumseyrað av margbroyttum millumtekstleika á ymiskum stigum. Framsetingin í ritgerðini eyðkennist av samanhangandi argumentatiónslinjum, bornum av neyvleika og vitan. Tey ástøðiligu sjónarhornini, sum verða tikin upp á ráð, og teir granskaðu tekstirnir verða støðugt borin saman, alla tíðina við granskaðu tekstunum í miðdepli”.

Síðani fekk Bergur D. Hansen orðið. Hann greiddi frá sínum arbeiði við ritgerðini, teoretiska grundarlagnum og um innihaldið í ritgerðini.

Aftaná fingu andmælingarnir orðið. Tann fyrri var Bergur Rønne Moberg postdoc granskari við Københavns Universitet. Hann umrøddi mest ástøðiliga partin. Hann lat væl at arbeiðinum og segði, at Viderø sigldi trygt inn í bókmentasøguna við arbeiðinum hjá Bergi D. Hansen.

Síðani var ein stuttur steðgur og eftir steðgin vóru tveir spurningar úr salinum. Hanus Kamban spurdi, um Bergur D. Hansen sá nakað skeringspunkt millum Viderø og J.H.O. Djurhuus. Jákup Reinert Hansen spurdi, um tað er nakað munur á lýsingunum av heimbygdini Skálavík og bygdini Hvalvik, har Viderø var prestur.

Seinni andmælingurin var Dagný Kristjánsdóttir professari við Háskúla Íslands. Hon legði fyri við at ynskja Bergi D. Hansen og Fróðskaparsetrinum til lukku við ritgerðini, sum tey kunnu vera errin av. Síðani umrøddi og spurdi hon neyvari um sambandið millum høvund og tekst við støði í hugsanum hjá ymsum ástøðingum.

Bergur D. Hansen svaraði væl fyri seg til allar spurningarnar og legði ymiskt afturat í kjakinum við andmælingarnar.

Tá verjan var liðug, fór metingarnevndin á stuttan fund at taka støðu til, hvørt ph.d.heitið kundi latast. Forkvinnan kundi síðani kunngera, at nevndini var púra samd um, at ph.d.heitið skuldi latast Bergi D. Hansen fyri vala verk. Eftir hetta handaði Sigurð í Jákupsstovu rektari honum ph.d.prógvið.