Knud Simonsen
21.10.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Bert 5% úr Grønlandshavinum beinleiðis í Bankarennuna

Á sumri 1996 varð eitt sporevni slept út í Grønlandshavinum, og síðani er fylgt við hvagar sjógvur úr hesum økinum tekur leiðina. Greitt verður frá úrslitunum tey fyrstu 6 árini í vísindatíðarritinum Progress of Oceanography.


Ein av niðurstøðunum frá hesari fleirtjóða verkætlanini er, at av djúpa kalda sjónum, sum streymar úr Norðurhøvum gjøgnum Bankarennuna, er tað bert 5%, og millum Grønland og Ísland einans 1%, ið hevur beinleiðis uppruna í Grønlandshavinum. Eisini varð staðfest, at stór útskifting er millum Grønlandshavið og Arktisk.

Serligi áhugin fyri Grønlandshavinum stendst av, at hetta er eitt av teimum fáu økjunum í heiminum, har sjógvur søkkur frá vatnskorpuni og niður á botn. Hesin sjógvurin streymar suðureftir í Atlantshavi og víðari út í hini heimshøvini. Kaldi streymurin í djúpara partinum í Bankarennuni er ein týðandi farleið í hesari alheims havsirkulatiónini.

Í august 1996 varð eitt sporevni sprænt í sjógvin á 200 m dýpi frá bretska havrannsóknarskipinum James Clark Ross. Fram til 2002 vórðu umleið 10 túrar gjørdir við ymsum havrannsóknarskipum, sum høvdu til endamáls at kanna hvussu sporevni flutti seg við teimum ymsu havstreymunum. Eisini vórðu sjógvsýnir tikin við øðrum skipum, har ímillum føroyska Magnus Heinasson í havøkinum kring Føroyar.

Í Grønlandshavinum liggur tungur sjógvur rættuliga grunt. Sjógvurin niðast í Bankarennuni á meira enn 800 m dýpi hevur somu evnisvekt, sum sjógvurin á 200 m dýpi í Grønlandshavinum, og longri suðuri má farast enn djúpari fyri at finna líka tungan sjógv. Eitt slíkt 'gólv' av sjógvi við somu evnisvekt verður nevnt ein isopyknalur. Úrslitini benda á, at sjógvurin við sporevninum spjaðir seg eftir hesum isopyknalinum og bert spakuliga blandar seg við lættari ella tyngri sjógv.

Tað fyrsta hálvt annað árið var sporevnið ikki staðfest uttanfyri Grønlandshavið. Eftir hetta sást tað aðrastaðni eisini og eftir trimum árum var tað funnið í stórum pørtum av Norðurhøvum. Leiðirnar úr Grønlandshavinum vórðu serliga við Eysturgrønlands streyminum suður í móti Danmarkssundinum, gjøgnum Jan Mayen rennuna suður ímóti Føroyum, og norður ígjøgnum Framsundi millum Svalbard og Grønland norður í Arktisk.

Í verkætlanini varð eisini staðfest, at í Grønlandshavinum søkkur stundum sjógvur frá vatnsskorpuni niður á 1500-2200 m dýpi í serligum meldrum. Av tí at hesir meldrarnir verða skaptir av sjógvi, ið liggur grynri en sporevni, hava teir verið at sæð sum hol í sporevnislagnum í Grønlandshavinum. Hildið verður, at meldrarnir eru ein annar týðandi partur av djúpvatnsgerðini í Grønlandshavinum, og sostatt at parturin av djúpa rákinum í Bankarennuni, ið hevur upprunan úr Grønlandshavinum, helst er størri enn tey 5%, sum sporevnini áleina benda á. Hesi úrslitini vórðu almannakunngjørd í vísindatíðarritinum Nature í 2002.

Sum sporevni varð 320 Kg ella 2200 mol av sulphur hexafluoride (SF6) nýtt. Hetta evnið er ein vakstrarhúsgass, sum er brúkt í ídnaðinum síðani 1953, einamest í framleiðsluni av elektriskum isoleringumsevnum. SF6 er seiglívað í umhvørvinum, men verður oyðilagt av UV-stráling í ovaru løgunum í atmosferuni. Higartil hevur íðnaðurin slept um 30.000 tons út í atmosferuna. Tað ber til at máta SF6 sjálvt um nøgdirnar eru sera smáar, -heilt niður í fmol/l (=10-15 mol/l), og tískil er tað sera vælegnað sum sporevni.

Greinin í Progress of Oceanography hevur heitið ‘The Greenland tracer experiment 1996-2002: Horizontal mixing and transport of Greenland Sea Intermediate water’. At greinin er úrslit av einari stórari altjóða verkætlan sæst á rithøvundalistanum. Teir eru heili 19 í tali og koma frá 10 ymsum stovnum. Ein teirra er Knud Simonsen, sum nú starvast á Náttúruvísindadeildini. Høvuðsrithøvundurin er dr. M.-J. Messias, ið starvast við University of East Anglia í  Onglandi.