Betri fyrivarin enn eftirsnarin
Granskingarverkætlanin Climate Interereg NPA, ið er eitt altjóða granskingarsamstarv at gera tillagingarætlanir til veðurlagsbroytingar, hevur júst hildið ráðstevnu í Sundsvall. Hetta er tilsvarandi ráðstevna, sum varð hildin í Føroyum í juni mánaði í fjør. Fróðskaparsetrið luttók á ráðstevnuni í samband við okkara uppgávu við eftirliti og eftirmeting av hesi verkætlan.
Verkætlanin byrjaði fyri tveimum árum síðani og er eitt samstarv ímillum granskingarstovnar, kommunur og aðrar felagsskapir við áhuga í veðurlagsbroytingum. Í mai mánað læt Fróðskaparsetrið eina miðvegiseftirmetingarfrágreiðing úr hendi, sum vísir at arbeiðið gongur eftir ætlan. Í hesum sambandi skipaði Fróðskaparsetrið fyri eftirmetingarverkstovu sum part av ráðstevnuni, har frágreiðingin var framløgd og luttakarnir viðgjørdu avrikini higartil og avgjørdu arbeiðsleistin fyri komandi árið.
Á øðrum verkstovum vóru granskingararbeiðið, tillagingarfrymil og tillagingarætlanir hjá luttakandi kommunum viðgjørd. Harumframt varð almenn ráðstevna hildin, har innboðin umboð fyri aðrar kommunur og myndugleikar í økinum vóru kunnað um arbeiðið, sum verður gjørt í Climate NPA verkætlanini.
Sundsvall kommuna, Härnösand kommuna og Mittuniversitetet vóru vertir fyri ráðstevnuni og skipaðu hesi fyri útferðum, har Climate NPA luttakarnir fingu høvi at kunna seg um ymisk tillagingarátøk í økinum. Eitt nú løgdu borgarstjórarnir í kommununum fram um teirra veðurlagshugsjónir, og útferð var gjørd at hyggja at ymsum avbjóðingum, serliga viðvíkjandi spillvatnsleiðingum, ið Härnösand kommuna hevur, tá umræður at leggja til rættis nýbygging í býnum.
Vitjað varð á tilbúgvingarstøðini í Sundsvall, har tey greiddu frá teirra arbeiði at fyribyrgja veðurlagsvanlukkum og at linna um skaðarnar, ið henda. Her var serliga lagdur dentur á, hvørjar tilbúgvingar verða settar í verk í samband við vatnflóð og skógareld, og hugt varð at skaðunum av einum skógareldi, sum í fjør brendi av 100 hektarar.
Eisini varð vitjað á venjingarmiðstøð hjá tilbúgvingarmyndugleikanum MSB. Á venjingarmiðstøðini arbeiddu tey serliga við tilbúgving í samband við skriðulop, og vístu tey á øktu vandarnar, ið kunnu standast av ógvusligum avfalli.
Útferðirnar vístu nøkur týðulig dømi um, at í samband við árin av veðurlagsbroytingum eru sviar ofta pro-aktivir heldur enn reaktivir. Føroyska orðatakið sigur, at betri er at vera fyrivarin enn eftirsnarin, men royndirnar frá Climate NPA verkætlanini benda á, at hetta ikki er ein sjálvsagdur hugburður, tá umræður veðurlagsbroytingar.
Øki har skógareldur herjaði á sumri í fjør.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...