Birita Matras Petersen Bjarni Rubeksen KVF eigur myndina.jpg
- Í hesum lítla pappírinum, sum tykist lítilsvert í sjálvum sær, liggur eitt hart arbeiði og eitt tógvið stríð, segði Birita Matras Petersen m.a. í røðu síni til prógvhandanina í Norðurlandahúsinum (Foto: Bjarni Rubeksen, Kringvarp Føroya)
27.06.2022
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Birita helt røðu fyri teimum lesandi

Sí fleiri av frálíku myndunum hjá Bjarna Rubeksen í Kvf av prógvhandanini her. Freistin hjá nýggjum lesandi at søkja um lestrarpláss er 1. juli. Lesið meira her.

Góðu áhoyrarar,

Tað er ein heiður at standa her og fáa møguleika at bera fram røðu sum umboð fyri tey lesandi á Setrinum. Eg takki fyri álitið! Eg vil fyrst takka teimum nærmastu fyri tolið, nú tey bara hava sæð á næsaryggin á mær teir seinastu dagarnir. Serliga takki eg mínum lestrarfelagum fyri tíðina og okkara dugnaligu undirvísarum fyri hollan stuðul í lestrartíðini. Teir hava hesi árini víðka okkum sjónarringin og við nærlagni, mettað okkum við teirra serkunnleika og givið okkum íblástur. Ikki minst vil eg takka øðrum starvsfólki her á Setrinum, sum altíð hava staðið klár við eini hjálpandi hond, og sum hava gjørt dagin eitt sindur betri við einum smíli.

Tað fyrsta, sum rann mær til hugs, tá eg var spurd um at bera fram røðu, var, at hetta fór at vera ein torfør uppgáva. Ikki bara tí, at seinastu dagarnir við uppgávuskriving og próvtøku hava verið krevjandi, og tað einasta eg hugsaði um aftan á próvtøkuna var sofan og at binge’a Vikings á Netflix.

Men serliga, tí tað tóktist trupult at orða eina røðu, ið kann tala til okkum øll, tí Setrið er nemliga spjatt út á ymsar matriklar. Ja, tað eru ymiskar deildir, ymiskar útbúgvingar og ymisk fólk. Men tað, sum vit við vissu hava til felags í dag, er, at ein kapittul er liðugur, og í dag fáa vit prógvið í hondina. Í hesum lítla pappírinum, sum tykist lítilsvert í sjálvum sær, liggur eitt hart arbeiði og eitt tógvið stríð. Hjartaliga til lukku øll somul, nú tit eru komin á mál!

Góðu fyrrverandi lesandi,

Lestrartíðin hevur lært okkum nógv. Vit hava ment okkum bæði fakliga og persónliga. Vit hava lært at hugsa kritiskt, at savna inn viðkomandi tilfar og vitan. Vit hava lært at arbeiða saman við øðrum, at kjakast, og at svara hesum góða spurdóminum; at fordjúpa okkum í einum og at kanna eitt ávíst øki gjølla. Men mest av øllum hava vit øll nokk lært, at hart arbeiði hevur størri týdning enn viðføddar gávur. Hesi eru amboðini, sum vit skulu brúka í víðari lesnaði og í arbeiðslívinum. Tað er sostatt ein tungur amboðskassi ella ryggsekkur, sum vit nú bera á herðum okkara víðari út í lívið.

Ikki minst hava vit knýtt vinabond; nøkur teirra, ið fara at vara fyri lívið. Vit hava staðið saman og stuðlað hvør øðrum, tá tað hevur staðið á. Lestrartíðin hevur kortini eisini verið merkt av einari kenslu av einsemi, tá allur heimurin lá lamin orsakað av einari heimsfarsótt. Tá undirvísingin fór fram í kamarinum í náttbuksum, og vit máttu støðugt minna undirvísaran á, at vit vóru til staðar, tendra mikrofonina og siga: “ja, eg eri her”. Hendan tíðin minti okkum á týdningin av samanhaldi. Hóast støðan sjálvsagt batnaði munandi, tá samfelagið lat upp aftur, kann ein enn til tíðir kenna seg nakað einsamalla ella einsamallan í einum universiteti, sum liggur so spjatt her í Havnini.

Í lestrartíðini hava vit kortini sæð, at Setrið er sanniliga í støðugari menning, og hetta sæst eisini aftur á talinum av umsøkjarum, sum er í stórum vøkstri. Ja, fleiri vilja lesa á Setrinum. Og vónandi koma hesi lesandi skjótt undir sama tak. Hetta gleða vit okkum til!

Ongastaðni í heiminum, uttan her, kunnu vit fáa vitan, ið er kjølfest í føroyskum viðurskiftum. Ja, henda lítla tjóðin rúmar eina breiða viftu av serkunnleika innan alskyns granskingarøkir. Fakliga støðið er høgt, og møguleikarnir fjølbroyttir. Vit lesandi merkja, at undirvísarar og starvsfólk veruliga leggja í okkum. Undirvísarar steðga okkum í gongini, og spyrja, hvussu okkum gongst. Alt hetta ger tað hugaligt at vera lesandi her. Ja, vit skulu vera errin av Setrinum.

Góðu tit øll,

Flytifuglar verður ofta tikið til, tá vit tosa um tey, ið nema sær útbúgving og lærdóm. Ja, flytifuglar er mestsum samheitið fyri tey, ið nema sær útbúgving uttanlands. Men vit hava eitt ríkt og margfelt fuglameingi í Føroyum. Eg skyldi tykkum kanska at siga, at eg fari nú at styðja meg til bókina “Fuglar í Norðurhøvum” eftir Søren Sørensen og Dorete Bloch, nú plagiat er størsta marran hjá lesandi.

Nógv tann mesti fuglurin hjá okkum í Føroyum er flytifuglur, men hann dvølur bara her í 3 til 5 mánaðir um árið - eisini tjóðfuglur okkara, tjaldrið. Harafturímóti er búfuglurin hjá okkum alt árið. Ein teirra er starin, sum er støðufuglur. Føroyski starin er so við og við vorðin størsti starin í Norðuratlantsøkinum og er egin sergrein. Hann er eitt slag fyri seg, og er størri enn aðrir starar. Í hinum Norðurlondunum rýma stararnir burtur um heystið. Okkara eru her allan veturin.

Vit, sum hava nomið okkum útbúgving í Føroyum, eru eins og støðufuglurin, starin. Hann troytir teir møguleikar, ið her eru. Vit eru tey, ið valdu at vera eftir, og tey, sum trívast her. Vit skulu vera takksom fyri møguleikan at mennast her, og tað, at vit sita her í dag er sjón fyri søgn, at ein so lítil tjóð sum Føroyar hevur nógv at bjóða okkum. Staraflokkurin er nemliga serstaka fjølbroyttur, eins og vit, sum sita her og fáa prógv handað í dag.

Hóast starin longu trívist her í Føroyum og fær mangan góðan bita her, er neyðugt, at vit hjúkla um hann, soleiðis at hann ikki freistast at rýma aftur eins og flytifuglurin. Tað eru nemliga tey, ið eru verandi her í Føroyum og tey, ið flyta higar, sum vit skulu hjúkla um. Vit skulu støðugt betra um korini hjá teimum lesandi og hava fyri eyga, at vit eru í kapping við umheimin.

Góðu tit, sum fáa handað prógv,

Vit eru nú liðug. Summarið er her. Og hvat er betri enn at fara í summarfrí uttan eina uppgávu ella bók, sum murrar í bakgrundini. At fara út ein túr, at drekka eina øl ella fleiri, at lesa eina ikki akademiska bók, ið hevur samlað støv í vikuvís, uttan at hava ringa samvitsku. Tað er fantastiskt! Hendan kenslan er tann sama sum hjá staranum, tá tað brádliga lýsti í.

Um staran skrivaði Símun av Skarði soleiðis:

Tá fleyg í loft upp starin
og sang eitt fagurt ljóð,
tá birtist vónin aftur
í barmi, ljós og góð.

Tann vón um vár og summar
og eydnuríka tíð,
um reiður, maka, ungar,
um lív og leik í líð.

Eins og starin, sum í hvøssum heglingsæli og kavaroki á mønu hjalsins tolin og stinnur stóð, hava vit hildið á; eisini, tá ljósið í endanum av tunlinum tóktist fjart. Vit hava staðið stinn í tungu løtunum við próvtøkunervum, ørkymlan, og tá tað tóktist ógjørligt. Men nú sita vit her. Vit eru komin á mál.

Víðari skrivar Símun av Skarði:

Tí starin er so vorðin,

at vónin er hans alt;

ta stund, hon hvørvur burtur,

er lívið stirt og kalt.

Eg haldi, at starin kann vera okkum ein fyrimynd. Verið tolin og kná eins og starin. Summi fara út á arbeiðsmarknaðin, onnur fara undir víðari lesnað. Nøkur verða verandi á klettunum og summi í onnur lond. Fyri framman hava vit nýggjar avbjóðingar og nýggjar upplivingar. Uttan mun til, hvar tit enda, havið vónina við tykkum á lívsins ferð, eins og starin.

At standa saman stinn og at hava vón er ikki minni neyðugt í einum størri og meira álvarsligum høpi, nú ein vitleysur maður hóttir mannarættindi, fólkaræði og heimsfriðin. Hetta minnir okkum ikki sørt um ræðuleikarnar undir øðrum heimsbardaga.

Sum Frændur so væl málbera seg:

er hetta lív sum ein meining er í

í hesum heimi sum bløðir av neyð

men krútið í vápnum gerst ongantíð breyð

Lat okkum royna í frægasta lag

at fylkjast og mennast hvønn tann einasta dag

so lætta vit skýggjum og birta ta vón

at aftur skal hómast ein vakrari sjón

Enn eina ferð, hjartaliga til lukku øll somul! Eg ynski tykkum blíðan byr á tykkara á ferð.

Birita Matras Petersen