Bjarne Stoklund farin um sýn
07.05.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Bjarne Stoklund farin um sýn

Bjarne Stoklund professari emeritus við Københavns Universitet andaðist tann 3. mai 85 ára gamal.


Bjarne Stoklund var føddur 17. januar 1928. Hann var frá 1971 til 1996 professari  í etnologi við Københavns Universitet.

Áðrenn hann varð professari, var hann savnvørður á Frilandsmuseet  Sorgenfri, beint við Lyngby. Ein av stóru uppgávum hansara tá var at flyta eini gomul hús í Múla við úthúsum og tí, sum hoyrdi til húsini niður til útisavnið í Sorgenfri. Farmaskipið Hólmur flutti húsini. Hetta hevur Bjarne Stoklund  í 1962 skrivað um í greinini Færøhuse til Frilandsmuseet, sum stendur í Årbog for Dansk Folkemuseum og Frilandsmuseet.

Flytingin av Múlahúsunum gjørdi, at Bjarne Stoklund fekk stóran áhuga fyri føroyskum byggisiði.  Í  danska tíðarritinum Budstikken skrivaði hann í 1963  eina frálíka lýsing av tí føroyska hjallinum , teimum ymisku hjalstýpunum, og hvussu  hjallurin varð nýttur.  Den færøske hjallur  stendur enn sum tað besta, sum er skrivað um hetta sermerkta úthús føroyinga.  Hann tók  aftur í aftur evnið í sambandi við eitt orðaskifti um hjallin í  Mondli nr. 2  1976 við greinini Gróthús og hjallar – ein viðmerking.

Í 1966 kom greinin  Røgstue og glasstue  í árbókini Nationalmuseets Arbejdsmark.  Í kenda tíðarritinum Etnologia Europæa fyri 1973/74, lat hann prenta greinina Das färöische Haus und die Wohnkultur Nordwesteuropas og  í bókini Vestnordisk byggeskikk gjenom tusen år (Red. Bjørn Myhre et al. AmS-skrifter Stavanger 1982) hevði hann heilar tvær greinar, sum eru  Røgstue og glasstue. Boligudviklingen på Færøerne set i vestnordisk sammenhæng  og greinina Tre modeller for studiet af vestnordisk byggeskik.

Á seminari um norðuratlantiska mentanargransking, sum Fornminnissavnið og Fróðskaparsetri skipaðu fyri í samstarvi við Norðurlandahúsið  í  august 1990, bar hann fram ein sera prinsipiellan fyrilestur, Fra center til periferi. Hovedlinjer i den nordatlantiske kulturudvikling fra middelalder til nyere tid. Fyrilesturin er prentaður í frágreiðingini frá fundinum: Nordatlantiske foredrag, Norðurlandahúsið 1991.

Í 1996 savnaði hann meginpartin av sínum  byggisøguligu granskingarúrslitum og viðgjørdi alt av nýggjum í bókini Det færøske hus i kulturhistorisk belysning, (Færoensia, vol 14). Henda bók er enn verkið um tey gomlu føroysku húsini.

Í bókini Tingenes Kulturhistorie, sum forlagið Museum Tusculanum gav út  2003, skrivaði hann greinina Hudesko og træsko, har hann eisini kemur inn á føroyskan fótbúna.

Í heiðursritinum til Jóan Paula Joensen Fólkaleikur ( Føroya Fróðskaparfelag 2005), lýsir hann  í  greinini Frilandsmuseets færøhus og koloniudstillingen i 1905, tey fyrstu føroysku húsini á útisavninum í Sorgenfri og setur tey inn  tað høpi, sum henda framsýning varð gjørd í. Hesi hús vóru ein ikki heilt eftirfarandi rekonstruktión, sum kom at víkja fyri Múlahúsunum, sum enn standa á útisavninum  í  Sorgenfri.

Okkurt av tí, sum Bjarne Stoklund hevur skrivað um føroyska fólkamentan er her óivað gloppið burtur  ímillum, og her als ikki nevnt alt tað, sum hann hevur skrivað um danska fólkamentan og danska siðsøgu, men bert tað, sum hevur havt við føroysk viðurskifti at gera.

Stoklund var ofta í Føroyum. Hann var próvdómari á Fróðskaparsetrinum og var góður at heita á i fakligum spurningum. Við Bjarne Stoklund er tann seinni av teimum báðu stóru eldru donsku etnologunum, sum sýndu føroyskari etnologi og føroyskari siðsøgu  stóran áhuga, farin. Hin, Holger Rasmusen fór fyri nøkrum árum sðani, eisini sum gamal maður.

Fyri góðum árið síðani var eg og vitjaði Bjarne Stoklund á arbeiðsplássi hansara, tá hevði hann úr at gera sum emeritus og nú er hesin mín góði gamli vinur og trúfasti fakfelagi farin. Friður verið við minni hansara.
Bjarne Stoklund var giftur við kenda danska rúnagranskaranum Marie Stoklund.

Jóan Pauli Joensen