Bjørn Kunoy verður eisini fyrsta sendifólkið á nýggju føroysku sendistovuni í Washington, sum eftir ætlan letur upp 1. september í ár
11.06.2024
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Bjørn Kunoy adjungeraður professari á Georgetown University

Bjørn Kunoy, sum er parttíðar settur professari í altjóða lóg á Fróðskapartsetri Føroya og løgfrøðiligur ráðgevi hjá føroysku Uttanríkistænastuni, er tilnevndur adjungeraður professari á Georgetown University í Washington

Løgfrøðiskúlin á Georgetown University í Washington DC telist millum fremstu og mest virdu løgfrøðiskúlarnar í USA.

Talan er um eitt stórt akademiskt umhvørvi við tilsamans 2000 lesandi á hvørjum árgangi, og hetta ger í roynd og veru eisini Georgetown University til størsta løgfrøðiskúla í USA.

Bjørn kemur frá 2025 at standa á odda fyri frálæruni í almennum havrætti á Georgetown University við einum skeiði hvørt vár,  
 
Fróðskaparsetur Føroya vónar, at tilnevningin av Bjørn á Georgetown University kann slóða fyri samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Georgetown University, serliga tá talan er um skiftislesnað.
 
Meira um lógarskúlan í Georgetown University her.