Bjørn Kunoy í Canadian Yearbook of International Law
Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, hevur útgivið stóra vísindaliga grein í Canadian Yearbook of International Law um løgdømisviðurskifti í havrættarsáttmálanum hjá ST
Greinin nevnist "The Scope of Compulsory Jurisdiction and Exceptions Thereto under the United Nations Convention on the Law of the Sea" og viðger trætuskipanina í havrættarsáttmálanum hjá Sameindu Tjóðum.
Havrættarsáttmálin hjá ST varð settur í gildi í 1994 og hevur í dag umleið 170 sáttmálapartar. Sáttmálin hevur eina innbygda trætuskipan, sum verður brúkt í sambandi við allar trætur, ið hava við havrættarsáttmálan at gera. Tó eru nøkur fá undantøk til hesa innbygdu og kravdu trætuskipan.
Bjørn Kunoy viðgerð løgdømisviðurskifti í havrættarsáttmálanum hjá ST empiriskt. Greinin tekur sostatt støði í viðgerð av øllum dóms- og gerðarrættarúrskurðum gjøgnum tey 20 árini frá fyrsta úrskurðinum í 1999 í eini fiskiskapstrætu millum Japan øðrumegin og Avstralia og Ný Sæland hinumegin og fram til seinasta løgdømisúrskurðin í 2020, sum er ein marknatrætu millum Móritius og Maldivurnar.
Fýra evni verða viðgjørd.
Fyrsta evnið er, hvussu løgdømisviðurskifti í havrættarsáttmálanum virka samanborið við aðrar trætuskipanir, sum lond hava bundið seg til, eitt nú hvussu trætuskipanir í fiskiøkisfelagsskapum virka í mun til trætuskipanina í havrættarsáttmálanum.
Annað evnið er, um kravdi løgdømiskarmurin eisini fevnir um fiskivinnuumsitingartrætur av ferðandi fiskastovnum í sjóøki hjá strandalondum.
Triðja evnið viðgerð trætur í sambandi við nýtslu av vápnum móti øðrum skipum í sjóøki hjá strandalondum. Hernaðarátøk eru undantikin kravda løgdøminum, men eingin allýsing er av hugtakinum hernaðarátøk.
Greinin hjá Bjørn Kunoy kannar, hvussu hetta hugtakið um hernaðarátøk skal skiljast. Dóms- og gerðarrættarúrskurðirnir eru á ymiskum máli um hesi viðurskifti.
Professarin kemur eisini fram til ta niðurstøðu, at talan ikki nýtist at vera um átøk hjá hernaðarskipum, men kann eisini fevna átøk hjá vaktar- og bjargingarskipum. Eiheldur er nýtsla av megi og vápnum hjá hernaðarskipum neyðturviliga hernaðarátøk samsvarandi løgdømiskarminum. Avgerandi atlitið er, um lóghald ella nýtsla av megi og/ella vápnum móti øðrum skipi er framt í sambandi við eina støðu, ið er rótfest í trætu, sum hevur uppruna sín í ymiskum fatanum av rættindum og skyldum í havrættarsáttmálanum.
Fjórða evnið er, um kravda løgdømisskipanin eisini fevnir um marknatrætur, sum ikki eru avmarkaðar til havøki, men eisini umstrídd landaøki, her undir eisini landaøki, ið eru mannaskapt, so sum dømi eru um í suðurkinesiska havinum.
Løgdømisviðurskiftini í gerðarrættarúrskurðinum frá 2016 í sambandi við nógv umrøddu trætuna millum Kina og Filipsoyggjar um suðurkinesiska havið fáa í hesum sambandi drúgva viðgerð.
Ein samandráttur av greinini kann lesast her.
Canadian Yearbook of International Law er útgivið av Cambridge University Press.
Lesið um ritstjórnina í Cambridge Yearbook of International Law her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...