06.02.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Bjørn Kunoy vart doktararitgerð

Bjørn Kunoy vardi mánadagin 4. februar 2013 doktararitgerð í løgfrøði við Université de Paris Ouest Nanterre í Paris


Heitið á ritgerðini er “La délimitation du plateau continental au-delà de 200 milles marins”, og snýr evnið seg um galdandi rættarreglur í landgruns marknamálum uttanfyri 200 fjórðingar.

Verjan vardi umleið 3 tímar og gekk framúr væl. Bjørn fekk best møguligt ummæli, og er ritgerðin innstillað til akademiskan prís. Seinni er ætlanin at geva ritgerðina út í bók.

Vegleiðari hevur verið Alain Pellet, professari í Université de Paris Ouest Nanterre og fyrrverandi formaður í altjóða rættarnevnd Sameindu Tjóða.

Oppenentarnir vóru:

  • Jean-Pierre Cot, emerit professari Université Paris I (Panthéon-Sorbonne), og dómari í altjóða havrættar dómstólinum í Hamburg;
  • James Crawford, Whewell professori, University of Cambridge;
  • Jean-Pierre Quéneudec, emerit professari í Université Paris I (Panthéon-Sorbonne);
  • Nathalie Ros, professari í Université François Rabelais de Tours; og
  • Sandra Szurek, emerit professari í Université Paris Ouest Nanterre.


Bjørn hevur verið tilknýttur løgfrøðiini á Fróðskaparsetrinum, har hann m.a. hevur verið censor í fakinum law of the sea, har hálvi føroyingurin Pétur Dam Leifsson undirvísti.

Vit ynskja Bjørn hjartaliga tillukku við flotta avrikinum.