"Bláa vitan" fyri burðardygga samfelagsmenning
Firouz Gaini, lektari í antropologi á Søgu- og samfelagsdeildini, luttók á ráðstevnuni OCEAN WEEK 2018 (‘Oceans in Change’), sum varð hildin í Tróndheimi 7.–9. mai.
Stóru norsku granskingarstovnarnir NTNU og SINTEF skipaðu fyri tiltakinum, hvørs endamál var, at fáa umboð úr vísindaliga, vinnuliga og politiska umhvørvinum at tosa saman um hvønn týdning havið – og servitanin um havið – hevur fyri oyggja- og strandasamfeløg í dag og í framtíðini.
Hóast flestu luttakararnir vóru úr Noregi, so vóru innbodnir fyrilestrahaldarar úr øðrum londum eisini á skránni hjá OCEAN WEEK 2018. Gaini hevði framløgu á sessiónini ‘Norway as a Sea Nation – Coastal communities, generation, sustainability’, sum Anne Trine Kjørholt, professari í barnagransking á NTNU, samskipaði.
Framløgan hjá Gaini, ‘Tradition meets modernity – Fishing industries and childhood in transition in the Faroe Islands’, byggir á kanning, sum er partur av altjóðari verkætlan, sum nevnist ‘Valuing the Past – Sustaining the Future’ (2016-2020). Anne Trine Kjørholt er verkætlanarleiðari. Fimm lond luttaka í verkætlanini, sum hyggur at gerandislívinum, arbeiðinum og vitanini hjá børnum og familjum teirra (trý ættarlið) – fyrr og nú. Luttakararnir í kanningini eru úr lokalsamfeløgum, sum liggja við havið (strandasamfeløg).
Meira fæst at vita um ráðstevnuna á hesari slóðini
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...