Knud Simonsen, Náttúrvísindadeildin
22.04.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Bland í klokkutíðunum fyri Munkagrunnin

Í talvuni við streymviðurskiftunum á Munkagrunninum, sum standa í Skipalistanum, er tíverri ein villa íkomin. Nýggj talva er nú tøk.


Í nøkur ár hevur undirritaði gjørt talvur, sum lýsa streymviðurskiftini á Munkagrunninum. Talvurnar eru  grundaðar á streymmátingar, sum Fiskirannsóknarstovan, nú Havstovan, gjørdi í 1981. Hesar talvurnar hava staðið í Skipalistanum í nøkur ár.

Í Skipalistanum 2010 er tíverri ein villa íkomin. Hetta ger, at frá 9. februar til 15. novembur  standa tíðirnar fyri kyrrindir og broddar ikki har, tær eiga. Í  hesum tíðarskeiðunum standa klokkutíðirnar fyri Vestfalskyrrindir (VFK) í teiginum fyri Eystfalsbroddur (EFB).

Nýggj rætta talva kann heintast umvegis heimasíðuna www.skipalistin.fo, ella beinleiðis umvegis slóðina niðanfyri. Eisini er tøknifrágreiðing (NVD Rit 2009:10), sum hevur líknandi talvu, tøk í Greinasavninum hjá Setrinum.

Undirritaði harmast um mistakið.

Vinaliga
Knud Simonsen

NVDRit_2009_10.pdf