Blív klókari uppá ein tíma mikudagin
Fróðskaparflís: Erika Anne Hayfield, lektari í samfelagsvísindum og granskari, hevur almenna middagsframløgu um koronu á Søgu- og samfelagsdeildini mikudagin 26. apríl
Framløgan eitur "At finna meining í lockdown: Ein kanning av COVID-dagbókum", og Erika fer at leggja úrslit úr 51 koronadagbókum og samrøðum fram.
Granskingarverkætlanin setur sjóneykuna á fyrstu tíðina við COVID-19, tá Føroyar og restin av heiminum fór niður í ferð – eitt tíðarskeið uttan fordømi.
COVID-19 kreppan elvdi til stórar broytingar og órógv av alstórum týdningi. Á fakmáli kann hetta tíðarskeiðið sigast at vera ein sonevnd ”cosmology episode”, sum er ein undantaksstøða, har alt tað, vit kenna og liva eftir, verður ókent og løgið. Í einari “cosmology episode” royna fólk at finna høpi í støðuni (sense-making) og tillaga seg til nýggja veruleikan.
Kanningin varpar ljós á mótstøðuføri (resilience processes), sum eru evnini at yvirliva og finna fram til ein nýggjan normalitet. Úrslitini verða sett í føroyskan samanhang, og kannað verður, hvønn týdning tað hevði á mótstøðuførið at vera eitt lítið oyggjasamfelag í lockdown.
Øll eru hjartaliga vælkomin á veghæddina í Jónas Broncks gøtu 25 at lurta. Framløgan er frá klokkan 12.00 - 13.00.
Næstu ferð, at froðskaparflís verður á skránni á Søgu- og samfelagsdeildini er 17. mai klokkan 12:00. Tá fer Andras M. Mortensen, lektari í søgu, at hava framløgu við heitinum, "Seyðabrævið og kongligur lóggávupolitikkur síðst í 1200-talinum".
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...